info
Ongi úrslit

Kambur er sokkin

- Øll manningin er føroysk og teir, sum leitað verður eftir, eru 47 og 57 ára gamlir, sigur løgreglan.

Vilmund Jacobsen
6. februar 2024 kl. 11:45

Jón Klein Olsen hjá Føroya Politi er nú komin við einari dagføring um hendingina, tá frystilínuskipið Kambur í morgun fekk ein sjógv og fekk stóra slagsíðu.

- Hendingin fór fram um 07.45-tíðina í morgun. Skiparin, sum ringdi 112 og bað um hjálp, segði, at skipið hevði lagt seg á aðra síðuna.

Tá Kambur fekk sjógvin, vóru teir staddir einar 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi. Aldan var seks metrar høg, og vindurin var um 12 metrar um sekundið.

- Tá tyrlan hevði tikið teir fyrstu 13 menninar upp av skipssíðuni, var hon full. Tá var ein maður eftir á skipssíðuni, sum teir sóu. Tyrlan fleyg menninar á Suðuroyar Sjúkrahús.

Jón Klein Olsen sigur, at tá tyrlan kom út aftur á leiðina, vóru umstøðurnar sera truplar, og tað tók sína tíð at fáa bjargað hesum seinasta, sum teir tá sóu á skipssíðuni.

Nú verður leitað eftir teimum tveimum seinastu av manningini á Kambi, sum taldi 16, og øll vóna, at tað fer at eydnast at finna menninar. Brimil skipar leitingina.

- Eg veit ikki akkurát, nær Kambur sakk, men hann var í øllum førum sokkin klokkan 10.30. Tá var hann rikin einar fimm fjórðingar longur suður enn har, hann fekk sjógvin fyrr um morgunin.

Jón Klein Olsen sigur, at løgreglan í morgun hevur arbeitt við at fáa fatur í øllum teimum avvarðandi, bæði hjá teimum bjargaðu og avvarðandi hjá teimum, sum enn ikki eru komnir afturíaftur.

- Øll tey avvarðandi hava nú fingið boðini, leggur hann aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

18 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

1 tími síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

3 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

4 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

5 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

5 tímar síðan