Korona: í dag er seinasti dagur at lata seg kanna

Koronutíðin endar í dag og tað merkir, at nú gevast tey at kanna fólk fyri koronu

Í dag er tað, at allar koronu-avmarkingarnar fara úr gildið, og tað merkir, at samstundis gevast tey í sjúkrahúsverkinum við teimum skipaðu koronu-kanningunum. Tað merkir, at nú gevast tey í sjúkrahúsverkinum at hópkanna fyri koronu, og í dag er sostatt seinasti dagur, fólk kunnu biðja um tíð til koronukanning hjá sjúkrahúsverkinum.

 

 Tað eru sløk tvey ár síðani, at fyrsta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum. Hendan fyrsta kanningin varð greinað á Statens Serums Institutt í Danmark, men skjótt varð borið at, og síðani hava allar kanningar í Føroyum verið greinaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og hjá Thetis.   

 

 Hesa tíðina hevur Sjúkrahúsverkið havt fleiri kanningarstøðir kring landið. Umframt høvuðsstøðirnar í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka og Nólsoy. Støkk-upp kanningar hava verið í Runavík, og koronukanningar vóru á útoyggj, um tað mundið koronusmittan tók seg upp.

 

 Sjúkrahúsverkið hevur gjørt stívliga 500.000 kanningar tilsamans hesi tvey árini, sum svarar til, at í miðal er hvør føroyingur kannaður 10 ferðir. Januar settu tey met met, tí tá vóru næstan 90.000 kanningar gjørdar.