info
Ongi úrslit

Koyrdi á eini hús í stolnum bili

- Vit arbeiða við at greiða málið, men enn hava vit ikki funnin persónin, sum koyrdi bilin, sigur vaktleiðarin.

Vilmund Jacobsen
8. desember 2023 kl. 11:03

Klokkan 22.30 í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Vágum, har ein persónbilur koyrdi á eini hús. Løgreglan vil í løtuni ikki upplýsa, hvar í Vágum hetta hendi.

- Tað vísti seg, at bilurin var stolin. Eftir at hava koyrt á húsini, koyrdi bilførarin einar 50 til 100 metrar burtur, setti bilin frá sær og slapp sær av staðnum.

Vaktleiðarin vil í løtuni ikki siga nógv meira um hetta mál, men sigur, at tey fara at venda aftur, tá nakrir leysir endar eru komnir upp á pláss í málinum.

- Bilurin fekk ikki serliga stóran skaða, og tað fingu árendu húsini heldur ikki. Nú arbeiða vit við at greiða málið, men enn hava vit ikki funnin persónin, sum koyrdi bilin, sigur vaktleiðarin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

16 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

21 minuttir síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

34 minuttir síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

4 tímar síðan