info
Ongi úrslit

Landsstýrið við fráboðan viðvíkjandi støðuni í Ísrael og Gasa

Tað er ein ófatiligur sorgarleikur, vit síggja í Gasa og Ísrael.

Eirikur Lindenskov
18. desember 2023 kl. 15:44

Tað skrivar  Uttanríkis- og vinnumálaráðið í fráboðan:

»Tað er ein ófatiligur sorgarleikur, vit síggja í Gasa og Ísrael. Tað er ein ófatiligur sorgarleikur, vit síggja í Gasa og Ísrael. Føroyar hava áður fordømt ræðuliga álopið frá Hamas á Ísrael og drápini á ísraelsk sivilfólk 7. oktober í ár. Føroyar viðurkenna rættin hjá Ísrael at verja seg og at taka stig fyri at forða fyri eini endurtøku av óunniliga álopinum hjá Hamas. Men hetta skal fara fram í samsvari við altjóða lóg, herundir humanitera lóg. Ein ræðuleiki rættvísger ikki ein annan. Líka so skakað, sum vit vóru av hendingunum tann 7. oktober, líka so óunniligt er tað at síggja og hoyra um oyðileggingar og stóra talið av sakleysum deyðum í Gasa – harímillum børn og kvinnur. Vápnahvíld má tí fáast í lag beinanvegin og allir gíslar eiga at verða treytaleyst latnir leysir.

Altjóða lóg er einasti vegur at skapa frið og framtíð hjá fólki, heruppií altjóða reglur um krígsførslu og verju av rættindum hjá sivilum fólki í krígsstøðu. Sum partar í vápnaðum stríði mugu Ísrael og Hamas halda altjóða og humanitera lóg, við at taka øll neyðug stig til tess at verja sivil og sivilt undirstøðukervi og virksemi. Humanitera støðan í Gasa er syndarlig, og hjálp má sleppa ótarnað fram til neyðstødd. Samstundis má virkast av øllum alvi fyri varandi friði millum partarnar.

Fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum. Samstundis sum Ísrael brúkar rættin at verja seg, mugu palestinar í Gasa og á Vestara áarbakka fáa betri kor at liva undir og tilsøgn frá øllum viðkomandi pørtum um eina viðurkenning av Palestina sum ríki.«

 

Høgni Hoydal
landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

19 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

18 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

19 minuttir síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

30 minuttir síðan
Tíðindi

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

52 minuttir síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin endaði á fimta plássinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja vaktarskipið skal kunna verja føroyskar sjókaðalar

3 tímar síðan
Tíðindi

Sev 80 ár í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

ST vil hava USA at gevast við royndini at avrætta Christu

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Elias og liðfelagarnir fyri Magdeburg

4 tímar síðan
Tíðindi

20 prosent av ísinum í Sveis er smeltaður eftir fimm árum

5 tímar síðan