info
Ongi úrslit

Lassin Isaksen: Tað verður ongantíð feilfrítt

Hóast onkrar avbjóðingar vóru, so er dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen sum heild væl nøgdur við kappingarárið 2022

Tróndur Arge
24. november 2022 kl. 13:09

Hóast onkrar avbjóðingar vóru, so er dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen sum heild væl nøgdur við kappingarárið 2022. Eingin dómari, eingin dystur. Soleiðis verður mangan tikið til, og tað er veruliga nakað um tað. Men tað verða eisini sett stór krøv til dómararnar, sum í nógvum førum skulu taka stórar avgerðir innan stutta tíð, skrivar Fótbóltssambandið.

– Grundað á eygleiðingar, videoklipp og hagtøl fara vit at royna at menna okkara dómarar enn meir, so tær avgerðir, ið teir skulu taka, eisini framyvir verða so rættar sum yvirhøvur tilber. Men feilfrítt verður tað ongantíð, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Farna vikuskiftið skipaði FSF fyri eftirmetingarfundi fyri úrmælingadómarunum og dómara-eygleiðarunum. Og hóast onkrar avbjóðingar vóru, so eydnaðist sum heild væl at avgreiða allar kappingarnar í 2022.

Á fundinum bleiv millum annað hugt nærri at, hvussu nógv gul og reyð kort eru givin í ár, samanborið við undanfarin ár, og í mun til hvussu nógv kort verða givin í øðrum londum. Og her sæst, at føroysku dómararnir liggja í niðara endanum í Evropa, tá talan er um, hvussu nógv kort í miðal verða givin í hvørjum dysti.

– Í ár hava vit brúkt eina altjóða video-skipan, ið kallast Refpal. Har kunnu vit síggja, hvussu nógv kort vóru røtt, og hvussu nógv kort vórðu givin av órøttum. Niðurstøðan er, at omanfyri 80 prosent av kortunum vóru í lagi, meðan hini 20 prosentini eru fyri kort, sum ikki skuldu verið givin, og í onkrum føri manglaðu, fortelur Lassin Isaksen, og leggur afturat, at í vetur er ætlanin at fara á vitjan hjá feløgunum, og saman við teimum finna eina loysn, so fleiri dómarar kunnu útvegast.

– Um vit síggja burtur frá fremstu deildunum, so var onkuntíð trupult at finna dómarar í hinum deildunum. Men tíbetur vóru nakrir dómarar og hjálpardómarar, ið kundu átaka sær fleiri dystir okkurt vikuskiftið, og onkuntíð sama dag. Men tað er ikki ein haldbar loysn, sum vit vónandi kunnu fáa greiðu á skjótast tilber, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

19 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Pisa 2026: Tað, sum eg hugsaði

11 minuttir síðan
Lesarabrøv

Gloymið alt um kommunala útjavning við verandi kommunubygnaði

13 minuttir síðan
Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

20 minuttir síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

58 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

1 tími síðan
Tíðindi

Óli skoraði og legði upp til 12 mál

1 tími síðan
Fótbóltur

Suðuroy er aftur í fremstu røð

1 tími síðan
Tíðindi

Dagsins Copernicus-mynd: Mógvlendi goymir kolevni í øldir

1 tími síðan
Hondbóltur

Greiðir sigr­ar til H71 og Stjørn­una - Neist­in vann granna­upp­gerðina

1 tími síðan
Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

2 tímar síðan
Tíðindi

Russisk dronu­álop bert 800 metr­ar frá pólska marki­num

2 tímar síðan