Magni Mohr hevur góðar vónir

Magni Mohr letur væl at kropsligu støðuni hjá føroysku spælarunum, sum hósdagin skulu á vøllin at dystast við litavar. Tað sigur hann í samrøðu við FSF-Varpið

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum við monnum - Mynd: www.FSF.fo

Magni Mohr letur væl at kropsligu støðuni hjá føroysku spælarunum, sum hósdagin skulu á vøllin at dystast við litavar. Tað sigur hann í samrøðu við FSF-Varpið.

 

A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Litava, sum verður á LFF Stadion í Vilnius hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum.

 

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá føroyska liðnum, og aftaná venjingina á middegi týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Magni. Hann letur sera væl at okkara spælarum, sum hava víst høgt venjingarstig, og Magni Mohr hevur tískil góðar vónir til dystin hósdagin.

 

##med2##

 

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum við monnum - Mynd: www.FSF.fo