info
Ongi úrslit

Magnus Powell heldur ikki fram í 07 Vestur

Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við Østersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur, boðar felagið frá

Tróndur Arge
4. januar 2022 kl. 12:12

Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við Østersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur, boðar felagið frá. Magnus Powell hevði ikki starv í øðrum felagi, tá hann í juni 2021 kom til 07 Vestur, eftir at Heðin Askham legði frá sær. Seinasta felagið hann vandi var Levanger í 3. bestu deidini í Norra.

- Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni, og leggur afturat:

- Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus. Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at Østersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021. 07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í Østersunds FK, skrivar 07 Vestur.

Sostatt skal 07 Vestur hava nýggjan venjara til komandi kappingarár. Felagið hevur fingið tilgongd av millum annað Ronni Møller-Iversen og Jasper Van Der Heyden.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

6 minuttir síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

38 minuttir síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

52 minuttir síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

57 minuttir síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

1 tími síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

2 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

3 tímar síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

4 tímar síðan