info
Ongi úrslit

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

Reglur og forðingar tvørtur um landamørk mugu ikki darva samstarvinum, tá kreppur raka. Tað var eitt høvuðsevni, tá norðurlendskir politikarar hittu verju- og tilbúgvingarleiðarar í Oslo.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 09:04

Hvussu kunnu Norðurlond hjálpa hvørjum øðrum betur, tá á stendur?

Hesin spurningur var á skránni, tá formansskapur Norðurlandaráðsins og leiðarar fyri verju- og uttanríkisnevndir hittust á Stórtinginum 22. september. Tað skrivar Norðurlandaráðið.

Á fundinum varð millum annað umrøtt, hvussu herfólk, útgerð og veitingar lættari kunnu flytast millum londini. Dentur varð eisini lagdur á, at hernaðarlig verja og sivil tilbúgving mugu virka saman.

Fleiri røðarar vístu á, at norðurlendska verjusamstarvið ongantíð hevur verið tættari. Londini samstarva eisini alsamt meira um ætlanir og venjingar innan Nato.

Forðingar skulu finnast

Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum, legði dent á týdningin av at fáa greiðu á, hvar samstarvið riggar, og hvar reglur ella praktiskar forðingar gera tað torførari at virka í felag.

Noreg hevur í ár formansskapin í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO, og norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, setti fundin.

Royndirnar verða tiknar við í arbeiðið at dagføra ætlan Norðurlandaráðsins fyri samfelagstrygd. Ætlanin væntast samtykt á ársfundinum í Helsinki í oktober.

Kelda: Norðurlandaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

47 minuttir síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

1 tími síðan
Tíðindi

Klassisk bók gjørd til film

1 tími síðan
Tíðindi

Í minsta lagi tvey dripin í loftálopum á Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

2 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

7 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

7 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

10 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

10 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

11 tímar síðan