info
Ongi úrslit

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

Sambært CNN er avtalað, at Xi Jinping og Donald Trump skulu fundast í dag og fríggjadagin, og leiðararnir fara eitt nú at tosa saman um handil og vitlíki

Vilmund Jacobsen
24. september 2026 kl. 09:35

Seint í gjárkvøldið var greitt, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, var lendur í USA, nú hann og amerikanski forsetin, Donald Trump, skulu hittast á týdningarmiklum toppfundi.

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at Donald Trump tók ímóti kinesiska leiðaranum á flogvøllinum uttanfyri Washington, og sagt verður, at tað er rættilga óvanligt av einum amerikanskum forseta.

Kinesiski forsetin verður á almennari vitjan í USA í tríggjar dagar, og hetta er samstundis, sum heimsins leiðarar eru á ST-aðalfundi í New York.

Sambært CNN er avtalað, at Xi Jinping og Donald Trump skulu fundast í dag og fríggjadagin, og leiðararnir fara eitt nú at tosa um handil og vitlíki, verður sagt.

Útlendskir miðlar vita at siga, at hetta er fyrsta vitjanin hjá kinesiska forsetanum í amerikanska høvuðsstaðnum í tíggju ár.

Stutt eftir, at Xi Jinping varð lendur, kunngjørdi amerikanski fíggjarmálaráðharrin, at stórveldini - USA og Kina - vóru samd um at leingja steðgin í handilskrígnum millum londini.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

1 tími síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

1 tími síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

1 tími síðan
Tíðindi

Klassisk bók gjørd til film

2 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi tvey dripin í loftálopum á Kyiv

2 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

2 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

8 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

8 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

10 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

10 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

11 tímar síðan