info
Ongi úrslit

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

Er tað í samsvari við flagglógina, at danska verjan brúkar Merkið á sínum hernaðarbúnum? Tað vil Bjarni Kárason Petersen hava løgmann at greiða frá.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 12:21

Merkið á donskum hernaðarbúnum er nú evnið í einum skrivligum fyrispurningi til løgmann.

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur sett Beini Johannesen, løgmanni, tríggjar spurningar um føroyska flaggið og nýtsluna av tí hjá donsku verjuni.

Hann vil vita, um nýtslan er í samsvari við flagglógina, og um landsstýrið varð kunnað, tá danska verjan tók avgerð um at nýta Merkið á búnunum.

Harumframt spyr hann, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at danska verjan nýtir Merkið til at umboða danskt hernaðarvald.

Vil hava føroyskar myndugleikar við upp á ráð

Í viðmerkingunum vísir Bjarni Kárason Petersen á, at danskar hernaðareindir, eitt nú Arktisk Kommando, seinastu árini eru farnar at nýta Merkið á búnunum saman við Dannebrog og grønlendska flagginum, Erfalasorput.

Hann vísir til Fámjinsskjalið, har ásett er, at Føroyar skulu takast við upp á ráð og hava samávirkan í uttanríkis- og trygdarpolitiskum spurningum, sum hava týdning fyri Føroyar.

Sambært løgtingsmanninum er tað týdningarmikið, at bæði landsstýrið og Løgtingið verða kunnað og tikin við upp á ráð í trygdarpolitiskum málum, ið viðvíkja Føroyum. Hann minnir eisini á, at nýtslan av Merkinum er lógskipað við flagglógini frá 1959.

– At danska verjan nýtir Merkið til at prýða sínar hernaðarbúnar, er ein grundleggjandi spurningur, sum ikki hevur verið viðgjørdur í politisku skipanini, skrivar Bjarni Kárason Petersen.

Fyrispurningurin er dagfestur 24. september og settur eftir grein 52a í tingskipanini.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

25 minuttir síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

39 minuttir síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

44 minuttir síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

52 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

2 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

2 tímar síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

4 tímar síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

4 tímar síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

4 tímar síðan