info
Ongi úrslit

Mótmæla atsóknini á føroyska sjófólkið

- Vit mótmæla uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiski­­mannafrádráttin, sigur Føroya Fiskimannafelag.

Føroya Fiskimannafelag
16. november 2023 kl. 10:59

Føroya Fiskimannafelag hevur vent sær til fíggjarnevnd løgtingsins við mótmæli í samband við uppskotið um stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøku av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum.

Talan er um LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og komm­unu­skatt (Skattalógin), (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimanna­frá­dráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum).

Fiskimannafelagið hevur í vikuni verið á fundi við fíggjarnevnd løgtingsins og hevur hesar viðmerkingar til ætlan landsstýrisins, sum felagið mótmælir staðiliga.

Føroya Fiskimannafelag mótmælir uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiski­­mannafrádráttin. Hetta er beint ímóti tí, sum allir flokkar lovaðu undan løgtingsvalinum 2022. Allir flokkar lovaðu ikki at nerta fiskimannafrádráttin. Vónand halda tit orð.

Skal heldur økjast

Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur at økjast, eins og norska stór­ting­ið ætlar við samsvarandi skipanini har.

Høvuðsstaðurin gongur fríur

Fiskimannafelagið loyvir sær at vísa á, at ætlaða lækkingin av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgting­in­um í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri, Runavík, Leirvík, Toftum, Eiði, Fuglafirði, Vágum og Vestmanna.

Sjófólk ikki fevnd av starvslógini 

Sjófólk hava ótrygg viðurskiftir í mun til fastlønt almenn starvsfólk, tá ið sjúka rakar. Al­­ment lønt (les fastlønt) hava starvslógina at líta á, tá sjúka ella hóttafall rakar. Víst verður til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970.

Føroya Fiskimannafelag vil vísa á, at fiskimannafrádrátturin er ein kompensatión fyri -

- at vera so nógv burtur frá heimi og familju og

- fyri - sum víst verður á omanfyri – ikki at vera umfatað av teirri lukrativu starvs­lóg­ini

Finn peningin við flytingum á fíggjalógini

Tað átti at verið munandi lættari at funnið tær 11 miljónirnar við flytingum á fíggjarlógini heldur enn at áleggja sjófólki, t.d. í Gøtu, Tvøroyri, Klaksvík og Runavík at gjalda upphædd­ina.

Tað er bara eitt stað, Føroya Fiskimannafelag kann fara eftir mista peninginum, og tað er til teir, sum eiga skipini.

Vit mótmæla harðliga hesi atsóknini á føroyska sjófólkið.

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, formaður

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

16 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

16 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

3 minuttir síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

33 minuttir síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

1 tími síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

1 tími síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

3 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

3 tímar síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

3 tímar síðan