Nú liggur gullið á silvurfati hjá KÍ

B36 megnaði ongantíð av álvara at pressa HB, sum spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, ið vórðu misnýttir, tí B36 málverjin var so stinnur

Tað endaði málleyst í intensari grannauppgerð í Gundadali. Úrslitið er søtur musikkur hjá KÍ, sum nú er heilt tætt FM heitinum. Um KÍ vinnur mikukvøldið á útivølli ímóti EB/Streymi, so verður fjarstøðan níggju stig og fýra umfør eftir at spæla. Sunnudagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og KÍ fær vitjan av ÍF.

 

Vindurin darvaði ikki so lítið, men hugburðurin var góður, nærdystirnir nógvir og intensir, og onkra ferðina var talan um spentar støður í brotsteigunum.

 

B36 spældi fyri at halda tørn um FM møguleikan, meðan HB spældi fyri at vinna seg aftur á heiðursmerkjapláss.

 

Mesta partin av tíðini var HB omaná, og HB spældi seg til tríggjar heilt upplagdar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora. Í fyrra hálvleiki var Adrian Justinussen leysur við handara stólpa og ein metur úr málinum eftir innlegg úr vinstru frá Ára Mohr Jónsson. Adrian royndi seg við høvdinum, men Mattias H. Lamhauge bjargaði ófatuliga væl.

 

Eftir steðgin varð Mikkel Dahl spældur púra blankur í brotsteiginum í høgru. Hann royndi at lyfta bóltin upp um B36 málverjan, ið kendi seg noyddan at fara úr málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

Og fram ímóti dystarenda var innskifti Jákup L. Thomsen púra leysur heilt úti við stólpan. Hann fekk ikki beinanvegin tak á bóltinum, og tá ið hann so royndi við skoti, var tað aftur landsliðsmálverjin Mattias H. Lamhauge, sum stórbjargaði.

 

-Vit eru vónbrotnir um úrslitið, tí vit høvdu so stórar møguleikar, at eg fati ikki, at vit ikki fingu mál. Hetta eru møguleikar, sum vit eiga at skora uppá. Vit pressaðu teir væl alla tíðina, men teir eiga rós fyri, at teir vardu væl, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen við Trónd Arge í Televarpinum, og hann heldur fram:

 

-Vit vilja fegnir enda á bronsuplássinum, og vit vilja fegnir vinna steypafinaluna. Eg vóni, at tað sást, at vit gjørdu alt fyri at vinna fulla úrtøku.

 

Teitur Matras Gestsson var aftur í HB málinum. Hann var tryggur, men tað var ongantíð neyðugt hjá honum heilt at spíla seg út.

 

B36 megnaði ikki í longum løtum at vinna seg í spælstøðu frammarlaga á vøllinum, og tað var bara í onkrum einstøkum støðum, at tað var tætt við, at langar sendingar bóru møguleikar við sær.

 

-Vit høvdu ætlað at vinna fulla úrtøku og varðveita pressið á KÍ, men tað eyndaðist ikki. Í fyrra hálvleiki var HB omaná, meðan tað eftir steðgin var meiri javnt, og eg haldi, at talan var um gott undirhald og ikki upplagdur málleysur dystur, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

17 ára gamli Mattias Hellisdal var sentralur miðvallari:

 

-Hetta var stórur dystur hjá honum, men vit settu hann á liðið, tí vit halda, at hann í løtuni er bestur á hesum plássinum, og hann heldur fram:

 

-Vit hava ikki givið skarvin yvir í FM stríðnum, men um tað endar við silvurkrónum og ævintýrið í Europa, so er tað góðkent, tá ið havt verður í huga, at vit undan kappingarbyrjan vóru spáddir at enda langt niðri á talvuni, sigur Dan Brimsvík við Trónd Arge í Televarpinum.

 

B36 – HB 0-0

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Mattias Hellisdal (Emil Weihe Joensen, 75.) – Taufee Skandari, Hannes Agnarsson (Aron Knudsen, 87.), Bjarki C. Nielsen – Valerijs Sabala (Benjamin Heinesen, 83.)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr (Áki D. Samuelsen, 73.), Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohs Jónsson – Mattias Præst Nielsen, Emil Berger, Dan í Soylu – Hanus Sørensen, Mikkel Dahl (Jákup L. Thomsen, 83.), Adrian Justinussen

 

221921571659
B36231724491753
HB231535581948
Víkingur231535572248
07 Vestur231049383534
EB/Streymur226313244221
B68234811244020
TB234415145416
ÍF235018226215
AB234118205613