Føroyingarnir hjá HØJ og Pauli Mittún vunnu føroyingauppgerðirnar

Tvær føroyingauppgerðir vóru í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Øll fimm føroyingaliðini vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku á heimavølli móti Niklas Højgaard Hanusarsyni og liðfeløgunum í Skovbakken.

 

HØJ vann ein greiðan 39-32 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 18-15. Rói skoraði trý mál fyri HØJ.

 

HØJ er fjórðfremst í deildini við 20 stigum. Skovbakken er fjórðaftast í deildini við átta stigum.

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 26-24 á liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC. Í steðginum var Team Sydhavsøerne á odda 10-9.

 

Teis skoraði trý mál og Peter Krogh skoraði tvey mál fyri Aarhus.

 

Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við 17 stigum, og Aarhus HC er nummar seks í deildini, eisini við 17 stigum.

 

Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF taptu á heimavølli 26-28 fyri Grindsted, ið var á odda 12-9 í steðginum. 

 

FIF er nummar átta í deildini við 13 stigum.

 

Komandi leygardag verður aftur føroyingauppgerð. Hesaferð millum Aarhus HC og HØJ í Aarhus. Sama dag tekur Skovbakken móti Køge, og FIF spælir á útivølli móti Skive. Team Sydhavsøerne spælir sama dag á útivølli móti Vendsyssel.