Rói og HØJ vunnu stórt á Jónasi og FIF

HØJ er nú oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var á Frederiksberg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

FIF við Jónasi G. Djurhuus á liðnum tók ímóti HØJ við Róa Berg Hansen á liðnum.

 

Rói og liðfelagarnir í HØJ vunnu stórsigur 34-24. Í steðginum var HØJ á odda 19-14.

 

Jónas skoraði eitt mál fyri FIF. Rói skoraði trý mál fyri HØJ. 

 

HØJ er oddalið í deildini við fýra stigum og best málmuni. FIF er aftast við ongum stigi og ringasta málmuninum.

 

Komandi leygardag spælir FIF á útivølli móti Otterup. 18. september tekur HØJ móti Rækker Mølle á heimavølli.