info
Ongi úrslit

Royna at lokka Gareth Bale at spæla fótbólt aftur

Walisiskt lið sum spælir í triðbestu ensku deildini roynir at fáa Gareth Bale at finna gaggurnar fram aftur

Heri Simonsen
10. juni 2024 kl. 06:05

Í fjør stillaði ein hin fremsti walisiski fótbóltsleikarin nakrantíð, Gareth Bale gaggurnar aftaná at hava vunnið MLS Cup við Los Angeles FC. 

Áðrenn tað vann Gareth Bale alt sum vinnast kann við Real Madrid. Hann vann La Liga tríggjar ferðir, Champions League fýra ferðir, sponsku steypakappingina á einum sinni, HM í felagsfótbólti tríggjar ferðir, og UEFA Super Cup á tveimum sinnum. Harumframt vann hann Liga Cup steypakappingina við Tottenham.

Gareth Bale skoraði 41 mál fyri Wales í 111 landsdystum. Í 2016 framdu hann og liðfelagarnir á waliska landsliðnum roysnið at vinna seg til hálvfinaluna í EM-endaspælinum, har teir tó máttu lúta fyri Portugal, ið vann EM-kappingina. 

Tað fyrsta Gareth Bale gavst at spæla fótbólt fór hann í holt við at íðka golf á einum lutfalsliga høgum støði. Tó er hann sera langt frá heimselituni í golf.

Nú roynir walisiska liðið, Wrexham sum spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini Gareth Bale at gera eitt "comeback" á fótbóltsvøllinum. 

Teir báðir eigararnir av Wrexham, Rob McElhenney og Ryan Reynolds, ið eru kendir frá filmsheiminum royna at lokka Gareth Bale við, at hann kann spæla so nógv golf sum honum lystir. Rob McElhenney og Ryan Reynolds hava boðað frá, at tað fer at røkka um Gareth Bale venur við Wrexham einar ella tvær ferðir um vikuna, so hann kann koma á vøllin fyri Wrexham seinastu løtuna av dystinum. Rob McElhenney og Ryan Reynolds royndu at lokka Gareth Bale við sama tilboði í fjør.

Enn frættist einki um Gareth Bale fer at taka av tilboðnum hjá Rob McElhenney og Ryan Reynolds. 

Tey seinnu árini Gareth Bale spældi við Real Madrid bleiv hann rættiliga illa umtóktur millum fjeppararnar hjá Real Madrid, tí hann bar orð fyri at venja meira golf enn fótbólt. Hann skoraði tó 81 mál í 176 kappingardystum fyri Real Madrid. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Snildfonin skal verða heima – eisini snild ur skulu úr skúlanum

4 minuttir síðan
Tíðindi

Lógaruppskot um snildfonir í skúlanum til hoyringar

57 minuttir síðan
Tíðindi

Musk tykist hava strikað áheitan um at velja Republikanararnar

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóða øki út til íbúðarbygging í Leirvík

1 tími síðan
Tíðindi

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Økt virksemi á Málstovuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út yvir tilgongdina til frið

4 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

5 tímar síðan