info
Ongi úrslit

Savna pening inn til neyðstødd í Grindavík

Reyði Krossur í Føroyum sigur, at bæði fólk og fyritøkur í Føroyum eru hjartaliga vælkomin at lata stuðul til fólkið í Grindavík.

Vilmund Jacobsen
16. januar 2024 kl. 15:17

Íslendski Reyði Krossur hevur stovnað eina bráðfeingis innsavning til tess at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, og nú hava føroyingar - bæði einstaklingar og fyritøkur - eisini høvi at veita grannunum í Íslandi stuðul.

Síðan íbúgvar í Grindavík vórðu fluttir úr býnum, hevur Íslendski Reyði Krossur hjálpt eitt nú við bráðfeingisskjóli, fyribils leigubústaði, sálarligum stuðli og peningaligum stuðli til tey, ið hava ilt við at gjalda eyka leiguna - ella ikki hava fingu klæðir, mat og annað neyðugt við sær, tá tey vórðu flutt úr Grindavík.

Hvussu kanst tú hjálpa? spyr Reyði Krossur í Føroyum, sum nú vil, at føroyingar taka eina hond í við grannum okkara fyri vestan.

- Vilt tú at stuðla humanitera arbeiðinum hjá Íslendska Reyða Krossi, ert tú vælkomin at flyta okkum eina upphædd á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Ísland”.

Reyði Krossur í Føroyum leggur dent á, at bæði fólk og fyritøkur í Føroyum eru hjartaliga vælkomin at lata stuðul. Sí bankaupplýsingar her: https://redcross.fo/studla/ 

- Fólk kunnu eisini skipa fyri síni egnu innsavning. Á heimasíðu okkara ber til at lesa um góð ráð og hugskot, um tú vilt seta tína egnu innsavning í gongd, sí her: https://redcross.fo/egin-innsavning/

Hetta sigur Reyði Krossur í Føroyum í eini áheitan til Føroya fólk í dag.


 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

3 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

15 minuttir síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

40 minuttir síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

46 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

1 tími síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

2 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

3 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

3 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

4 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

5 tímar síðan