info
Ongi úrslit

Silas hevur fingið landsliðsboð

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið Silas Eyðsteinsson úr B36 til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi

FSF/Hans Erik Danielsen
1. september 2024 kl. 21:45

B36 málverjin Silas Eyðsteinsson verður við, tá A-landsliðið við monnum týsdagin fer undir fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi.

Silas, ið er skrásettur fyri tveir U21-landsdystir fyri Føroyar, var eisini partur av A-landsliðnum, sum fyrr í summar tók lut í Baltic Cup. Men ta ferðina kom 26 ára gamli vágamaðurin ikki á vøllin.

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september klokkan 17:00 (klokkan 19:00 lokala tíð í Lettlandi), tá Lettland og Føroyar møtast á Skonto Stadion í Riga.

Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri børn er einans 50 krónur, meðan atgongumerki til vaksin kosta úr 100 krónum.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

4 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

33 minuttir síðan
Tíðindi

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

36 minuttir síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

39 minuttir síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

41 minuttir síðan
Tíðindi

Danmark ætlar at seta ferða­fólka­skatt á gist­ing og ferða­manna­skip

1 tími síðan
Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

3 tímar síðan
Nøvn

Kári og Poula 90 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

4 tímar síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

4 tímar síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

5 tímar síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

5 tímar síðan