Í 2008 ljóðaði metingin, at fólkatalið í Íslandi í umleið 2050 fór at koma upp á 400.000 íbúgvar, men henda framskriving fer eftir øllum at døma ikki at halda.
Nú verður roknað við, at fólkatalið í Íslandi fer at koma upp á 400.000 longu innan eitt hálvt ár, tí nú resta bert 1000 íbúgvar í hesum søguliga tali.
Fólkavøksturin í Íslandi hevur verið nógv størri, enn framskrivingarnar í sínari tíð søgdu.
Tað er íslendski tíðindamiðilin, Morgunblaðið, sum ber hesi tíðindi.
- Í 2008 vístu framskrivingar ein árligan fólkavøkstur á 0,6 prosent, men vøksturin gjørdist nógv størri enn tað, staðfestir íslendski professarin, Stefán Hrafn Jónsson.
Hann starvast við samfelgsvísundi á íslendska universitetinum.
Sambært nýggjum framskrivingum kann fólkatalið í Íslandi næstu 40 árini veksa við 200.000, soleiðis at umleið 600.000 fólk kunnu fara at búgva í Íslandi einaferð í 2060-unum.
Men, slíkar framskrivingar hava sjálvsagt eina óvissu, sum kann standast av eitt nú eitt nú kríggi, farsóttum og fleiri øðrum viðurskiftum, sum kunnu broyta gongdina, leggur Stefán Hrafn Jónsson, aftrat.