SMS: Neistin vann seg upp á annað plássið - Kyndil vann stórsigur

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag

Tað gjørdist talan um ein góðan dag hjá havnaliðunum í SMS-deildini í dag.

 

Neistin vann seg upp á annað plássið við sigri á Stjørnuni í KÍ-høllini, og Kyndil vann stórsigur á StÍF í høllini á Skála. 

 

Neistin vann 30-27 á Stjørnuni. Í steðginum var Neistin á odda 15-13. Tað var tó Stjørnan sum byrjaði dystin betur. Tá 10 minuttir vóru farnir var Stjørnan á odda 7-3, men Neistin fótaði sær eftir hetta.

 

Í seinna hálvleiki var Neistin á odda 26-18 tá 47 minuttir vóru farnir. Stjørnan fekk fótað sær, og tá tríggir minuttir vóru eftir var Neistin bert á odda 28-26, men Neistin reið stormin av og sigraði.

 

Í høllini á Skála vann Kyndil stórsigur 38-20 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 19-11. 

 

Turið Arge Samuelsen var aftur stórskjútti hjá Kyndli í dag. Í dagsins dysti skoraði Turið 14 mál.

 

##med2##

 

HER sæst dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Stjørnan-Neistin 27-30 (13-15) :

 

##med3##

 

HER sæst dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Kyndil 20-38 (11-19) :

 

##med4##