Smyril Line niðurleggur farmaflutning til og úr Føroyum

Farmaskipini hjá Smyril Line fara at sigla framvið Føroyum so leingi verkfall er

Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. Øll fýra skipini hjá Smyril Line sigla millum Ísland, Føroyar og meginlandið. Tey eru í fastari rutu. Og tá tað ikki ber til at fáa farm í land ella umborð á skipini í Føroyum, so leggur Smyril Line bara Føroyar burtur úr rutunetinum, so leingi verkfall er – ella um støðan broytist, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Norrøna siglir tó sum vanligt. Men hon tekur ikki farm við hesa tíðina, bara ferðafólk og bilar. Um onkrar neyðsynjarvørur skulu flytast heim, og um loyvi fæst til tað, so kann tað gerast við Norrønu, sigur hann. 

 

Farmaskipini koma bara at bryggju í Føroyum til manningarskifti, sigur stjórin í Smyril Line.

– Vit virða verkfalsrættin og fara ikki at leita eftir fólki at gera verksfalsrakt arbeiði. Eitt verkfall hevur sín prís, og tað hevur tað fyri allar partar, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Sum skilst gera eini skipafeløgini, Faroe Ship og Samskip tað sama. Tey sigla eisini millum Ísland, Føroyar og meginlandið.