info
Ongi úrslit

Stappaður Tórsvøllur verður lykilin til bólkaspælið

Mark F. Jensen gekk á odda við framúr avriki, tá ið KÍ í Póllandi við professionellum avriki syrgdi fyri, at vónin um europeiskt bólkaspæl er væl og virðiliga á lívi

Jóannes Hansen
6. august 2026 kl. 20:30

KÍ er á veg úr Póllandi við 1-0 tapi ímóti Lech Poznan. Tað er framúr gott úrslit, tí at spæla ímóti felagi úr Póllandi er ikki bara bara. Besta kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir, verður roknað millum tíggju tær bestu í Europa.

Sera tepra tapið ber við sær, at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa League, og at KÍ við samantaldum sigri fer at tryggja sær pláss í europeiskum bólkaspæli framvegis er heilt verulig.

Um tað eydnast KÍ hóskvøldið um eina viku at vinna á pólska liðnum við einum máli verður talan um longda leiktíð, og um tað eydnast at vinna við fleiri enn einum máli, so verður nýtt europeiskt bólkaspæl veruleiki – um tað so verður umvegis brotssparkskapping.

Hóast tepurt 1-0 tap og harvið góðan møguleika um eina viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík, sum er í Póllandi, er eitt sindur vónsvikið um, at tað ikki eydnaðist at varðveita málleysa javnleikin, at vinna føroyskum fótbólti nýtt stig í Europaroknskapinum og at hava uppaftur betri vón um samantaldan sigur.

Tí KÍ var á ongan hátt niðurspælt í kvøld. Hóast 28 hitastig, og hóast ísraelski dómarin metti, at tað var neyðugt við tveimum vatnsteðgum, so megnaði KÍ at halda tørn um málleysa javnleikin, inntil tað restaðu minni enn 10 minuttir.

Tá ið so Yannick Agnero skoraði einasta málið var tað sæð frá KÍ sjónarmiði óheppið. Alt KÍ liðið var frammarlaga, tá ið Gaston Nicolas Tellechea í kroystari støðu tók skeiva avgerð. Lech Poznan álopsspælarin slapp púra leysur, og tá ið Mark F. Jensen skuldi leypa fram úr málinum til avgerandi tvídystin, var hann óheppin og gleið.

Mark F. Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara úr stuttari fjarstøðu, var í heimsflokki.

KÍ vann seg til onkrar góðar støður. Í seinna hálvleiki sendi Árni Frederiksberg við horna úr høgru bóltin í tvørtræið aftanfyri málverjan, og lítla løtu eftir málið royndi Páll A. Klettskarð seg við fínum stútara, men málverjin bjargaði.

Hugaligt var tað, at René Shaki Joensen tóktist væl upplagdur tað stóra korterið, hann var á vøllinum.

Ivaleyst fær hann størri leiklut mánakvøldið, tá ið KÍ á heimavølli fer at spæla ímóti HB, og hóskvøldið á Tórsvølli, tá ið øll orka fer at verða sett fyri at fella Lech Poznan, og fjeppararnir fara at vera týdningarmikli og avgerandi 12. maður, verður eisini Hallur Hansson, sum í kvøld var leikbannaður, tøkur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

1 tími síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

1 tími síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

1 tími síðan
Tíðindi

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

1 tími síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

1 tími síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

2 tímar síðan
Fótbóltur

William Rygaard leingir við B36

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

3 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

5 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

6 tímar síðan