info
Ongi úrslit

Stjórin undrast: 400 til hondbólt men 100 til konsert

Hví sleppa 400 fólk til hondbóltsdyst, men bert 100 til konsert, uttan mun til hølisumstøðurnar?, spyr Gunn Hernes

Dagfinn Olsen
13. januar 2022 kl. 20:24

Í dag frættist, at atgongumerkjasølan til hondbóltsdystin í kvøld er steðgað, 400 atgongumerki vóru seld, og hetta er hámarkið, tá koronutilmælini skulu fylgjast.

Men hetta undrar og harmar summi. Teirra millum Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum, sum undir eini grein um hondbóltsdystin og atgongumerkini skrivar í viðmerking, at slíkt undrar ein, ið fæst við mentanararbeiði.

- Nær er tilmælið blivið 400 áskoðarar? Og nær eru vit byrjaði við sonum aftur? Í løtuni hevur føroyska mentanarlívið hámarkið við 100 áskoðarum ella áhoyrarum at halda seg til, og tá telja starvsfólk og tey á palli við, og ongar sonur eru, skrivar Gunn Hernes í síni viðmerking.

In.fo hevur spurt Gunn Hernus nærri um hesi viðurskifti, m.a. annað um nýggja loftið við 100 er nýtt ella nakað, sum er óbroytt?

- Fyrst vil eg siga, at eg harmist ikki, men eg undrist. Spurningurin er, hví tað er so stórur munur á. Og at hædd ikki verður tikin fyri teim ymsu hølunum og møguleikunum longur, men bert ein og sama regla fyri øll, uttan mun til hølini annars?, sigur Gunn Hernes.

- Eg skilji, at viðvíkjandi hondbólti, so kenna tey seg hava góðar og tryggar umstøður, og at 400 fólk kennist náttúrligt. Vit í Norðurlandahúsinum fylgja tilmælunum, og tá er talið 100 fólk, uttan mun til umstøður og stødd á rúminum, sigur Gunn Hernes.

- Talið er 100 í stóra salinum, og tað hava vit havt at halda okkum til síðani í desember, tá talið fór frá 200 niður á 100, leggur hon afturat.

Men hvat heldur Gunn Hernes er eitt rímuligt tal av áskoðarum og áhoyrarum í Norðurlandahúsinum?

- Smittutølini eru høg, men restin av samfelagnum hevur normalar umstøður. Við teim góðu umstøðum, vit hava í Norðurlandahúsinum, hevði verið rímuligt við sonum, sum tilmælini áður vístu á, og kundu vit tá havt eini 200 ella 300 fólk til okkara tiltøk, sigur stjórin í Norðurlandahúsium.

Og hon er ikki tann einasta, sum undrast, tí í gjár var t.d. Jógvan Fríðriksson, bispur, í miðlunum, har hann millum annað undraðist á, at kirkjan kendi seg noyddan at stongja og avlýsa, meðan fólk, sum um onki var hent, framvegis hittast í handlum ella til ítróttartiltøk.

Myndin er ikki tøk

Brot úr skránni hjá Norðurlandahúsinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stovnandi aðalfundur fyri fólk, ið hava lungnasjúku og avvarðandi teirra

30 minuttir síðan
Tíðindi

Ungdómshús leigar Padelhøll

1 tími síðan
Tíðindi

Stórabretland vil revsa Russland harðari

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú kann søkjast um orkuískoyti

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

3 tímar síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

3 tímar síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

3 tímar síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

3 tímar síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

4 tímar síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

5 tímar síðan