Stór framsýning um Allan Simonsen á býarsavninum í Vejle

Framsýningin í Stadsarkivet í Vejle lat upp í dag

15. desember fylti danski stórleikarin, og fyrrverandi føroyski landsliðvenjarin, Allan Simonsen 70 ár.

 

Í Vejle hava tey nú staðfest, at eingin einstaklingur hevur sett Vejle meir á heimskortið enn Allan Simonsen, ið er einasti danski leikarin, og einasti norðurlendski leikarin, ið hevur vunnið Ballon D'or.

 

Býarsavnið, Stadsarkivet í Vejle hevur nú gjørt eina stóra framsýning um fótbóltsleikaran og menniskja, Allan Simonsen.

 

Framsýningin er opin mánadag til hósdag millum klokkan 10 og 16, og fríggjadagar millum klokkan 10 og 12.

 

Framsýningin lat upp fyri almenninginum í dag.

 

Við TV Syd sigur Allan Simonsen, at tað er honum ein stórur heiður, at hann offisielt er blivin ein partur av søguni hjá Vejle.

 

Í Vejle, Borussia Mönchengladbach og í FC Barcelona er Allan Simonsen ein stór legenda, ið var við til at vinna hesum liðum meistaraheiti, steypakappingar og evropeiskar kappingar.

 

Allan gjørdi tað eisini væl sum føroyskur landsliðsvenjari, árini 1994 til 2001, og er eisini ein partur av okkara fótbóltssøgu.