Svensk innrás á Sandi

1.deild menn: Blátt og gult riggar væl saman – svensk innrás á Sandi

Mynd: (B71.fo) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Isak Tejeda

B71 hevur gjørt sáttmála við tveir svenskar spælarar fyri komandi kappingarár. Talan er um 21 ára gamla miðvallaran, Isak Tejeda, og 29 ára gamli áleyparin, William Ankarhake.

 

Sandoyingar blivu nummar fýra í 1. deild farna kappingarár. Teir endaðu á sama stigatali sum TB, sum flutti upp. B71 skrivar um spælararnar:

 

Ungur miðvallari úr Svøríki

 

Isak Tejeda er 21 ára gamal og úr Svøríki. Seinastu tíðina hevur hann royndarvant við besta liðnum og í gjárkvøldi skrivaðu vit undir sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

Á hvørjum árið hevur B71 ymsar leikarar til royndarvenjing. Ikki eru teir nógvir í talið, tí ein stórur partur av kanningararbeiðnum verður gjørdur áðrenn hesir vera bidnir koma til landið og leikarar koma bert til landið eftir tørvið.

 

Fremst av øllum er menningin av egnum leikarum, men tíverri er økið ov fáment, um ynski er at fáa liðið í bestu deildina. Góðskan er har, men breiddin manglar.

 

Nýggi leikarin hevur ikki tær stóru royndirnar at vísa á, men royndarvenjingin gekk væl og sum persónur er maðurin ógvuliga áhugaður í at venja hart og mennast.

 

Afturat miðvøllinum, so er møguleiki fyri at Isak kann gera seg galdandi á øðrum plássum m.a. í verjuni, so tað fer tíðin at vísa hvar maðurin best passar inn.

 

Dugnaligur áloypari

 

##med2##

 

B71 hevur havt nógv góð álopsess gjøgnum árini og hava tað enn. Hóast hettar, so hevur tað møguliga verið eitt sindur for fáment seinastu tíðini í álopinum. Nú skal tó vend koma í.

 

Í fjør vóru vit ein yvirgang í veruligari málskjótingar kreppu. Leingi sá tað út til at vit høvdu alvorliga skotið okkum í fótin við ikki at raðfesta álopspartin meira, men so tá tað leið út í seinnu hálvu, so skutu vit mál sum ongantíð fyrr.

 

Hóast hettar, so var tað mett at vit høvdu havt gott av at styrkt okkum álopspartin og tá møguleiki var at fáa William Ankarhake, ið er ein sera royndur leikari og hevur spælt kring allan knøttin, tó mest í Svøríki á góðum støði.

 

Vit vænta okkum nógv av nýggja áloyparanum, ið vónandi kann skjóta nógv mál fyri B71 komandi kappingarár. Saman við øðrum góðum ungum og eldri álopskreftum í hópinum, so mátti hettar ligið væl fyri.

 

Mynd: (B71.fo) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Isak Tejeda

Mynd: (B71.fo) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og William Ankarhake