Korona: Tað fer at gera støðuna uppaftur verri í Føroyum

Landslæknin vónar at fólk fara at sita heima um vikuskiftið

Korona er rættiliga eksploderað í Føroyum hesa seinastu tíðina og hesar seinastu dagarnar eru 600 – 700 fólk smittað um dagin. Enn eru tey ikki liðug at greina tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, men landslæknin sigur, at støðan er nøkunlunda tann sama.

 

Tað merkir at sætti hvør av teimum, sum verða kannað, eru positiv og tað er eitt rættiliga stór tal. Men hann ivast ikki í, at tað eru eisini eitt ávíst tal á fólki, sum eru smittað, uttan at vita av at tey eru sjúk.

 

Landslæknin væntar, at hetta verður støðan í nakrar vikur afturat, áðrenn tað fer at hæsa av aftur. Tí hevur hann heitt á fólk um at ansa væl eftir og ikki at fara á støð, har smittuvandin er stórur.

 

Fyri at avmarkað smittuspjaðingina mælti landsstýrið til, at skeinkistøðini skuldu lata aftur klokkan 23 um náttina, og sum heild hava tey fylgt tí tilmælunum.

 

Men nú hava skeinkistøð boðað frá, at hetta vikuskiftið fara tey at hava opið sum vanligt, ella til klokkan fýra um náttina, og sostatt fara tey ikki longur at fylgja tilmælinum um at lukka klokkan 23.

 

Les meiri her: Ball í býnum aftur um vikuskiftið

 

Hetta hóvar ikki landslæknanum. Hann sigur, at skeinkistøð og barrir eru størsta keldan til smittuspjaðing. Hann vísir á, at allastaðni, har avmarkingar eru settar í verk í samband við koronu, er tað altíð skeinkistøðini, náttklubbarnir og barrirnar, sum fyrst verða avmarkað. Og tað er ikki uttan orsøk, tí tað eru ordiligar smittubumbur.

 

– Kanningar vísa at náttklubbar og barrir eru teir størstu smittuspjaðararnir av øllum og tí hevur tað ein serligan týdning, at tað verður avmarkað

 

So hóast skeinkistøð ætla at hava opið út á náttina hetta vikuskiftið, vónar landslæknin, at fólk fara at halda seg heima. Hann er sannførdur um, at tekur náttarlívið seg upp aftur sum tað plagar at vera, fer tað at fáa smittuna at breiða seg enn skjótari, og sostatt fer tað at gera støðuna upp aftur verri enn hon er.

 

Landslæknin ásannar, at tað ber ikki longur til at forða fyri, at korona fer at breiða seg, serliga tí at omikron varianturin smittar so illa. Men hann sigur, at avbjóðingin er at forða fyri, at ov nógv fólk verða sjúk ísenn. Verða ov nógv fólk sjúk ísenn, kann tað leggja alt samfelagið lamið. Tað kann henda um so er, at nógv starvsfólk á týdningarmiklum støðum í samfelagnum leggjast sjúk ísenn, bæði í heilsuverkinum, og aðrastaðni og so steðgar alt upp.

 

Tíbetur verða fólk ikki so sjúk, men landslæknin sigur eisini, at vit kunnu eisini hugsa okkum tess fleiri ið verða smittað, tess fleiri mugu leggjast inn á sjúkrahús.