Tað skrivar Aksel V. Johannesen millum annað í tíðargrein í Sosialinum í dag.
Í greinin vísir hann eisini á, at Løgtingið fyrr í ár samtykti ein hjálparpakka, sum gevur lágløntum 12.000 krónur skattafrítt, umframt at barnafamiljur kunnu fáa eitt eyka ískoyti fyri hvørt barn.
– Eg veit um fleiri familjur, sum hava sagt frá, at hetta hevur hjálpt ómetaliga væl hjá teimum. Og tað eri eg sera fegin um, skrivar løgmaður.
Hann vísir eisini á annað átak, sum er lønarlyftið, sum hann eisini lovaði áðrenn valið.
– Heilsurøktarar hava fingið tað, og pengar eru settir av á fíggjarlógini til at bæði námsfrøðingar, heilsuhjálparar og tey, sum eru ófaklærd innan fyri økið, fáa eitt lyft í næstum. Tað er veruliga tiltrongt av fleiri orsøkum. Bæði tí tað mangla starvsfólk á hesum økjunum, og tí at hesir fakbólkar hava verið ómetaliga lágløntir. Harafturat er talan er um kvinnustørv, sum hava uppiborið størri virðing fyri sítt arbeiði, skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann nevnir eisini uppskotið um skattalætta, sum liggur í Løgtinginum, sum hann sigur fer at geva einum miðalhúski 1.550 krónur meira at liva fyri um mánaðin.
– Tað fer at lætta munandi um hjá teimum flestu. Eg veit, at skattabroytingarnar hava fingið ein ávísan kritikk, men talan er um ein skattalætta, sum fyrst og fremst er til tey, sum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er nevniliga trupult at veita størri skattaminking til tey, sum ikki eru fulla tíð á arbeiðsmarknaðinum, av tí at hesi serliga rinda kommunuskatt og ikki landsskatt.
Hann vísiri eisini á, at allar almannaveitingar verða javnaðar frá 1. januar 2024.
– Tað merkir millum annað, at fólkapensjonistar umframt skattalættan fáa 6-7.000 krónur meira í Samhaldsfasta og fólkapensjón næsta ár. Tað sama er galdandi fyri fyritíðarpensjonistar og lesandi. Við hesum fáa tey líka nógv, sum lønirnar hækka hjá føroyingum á arbeiðsmarknaðinum.
##med2##
So vísir hann á broytingarnar í MVG lógini, sum landsstýrið ætlar at gera:
– Ætlanin er at gera nakrar broytingar í MVG lógini, eins og Javnaðarflokkurin segði til valið.
– Talan er um at gera tað bíligari at keypa gerandisvørur so sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti, sum serliga barnafamiljur brúka nógv av. Uppskotið skal vera fíggjað, og tí er ætlanin, at avtaka MVG frítøkurnar í ferðavinnuni, soleiðis at tað serliga verða útlendsk ferðafólk, sum koma at rinda meira.
– Hetta uppskotið kemur eftir ætlan í løgtingið komandi ár, sigur løgmaður.
Tíðargreinin hjá løgmanni er prentað í Vikuskiftis Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, sum verður borin haldarum í dag, og sum haldara kunnu lesa á sos.fo