Onkur er sloppin ígjøgnum tunnilin í onkrum heilt serligum føri, og Karlot Hergeirsson heldur seg minnast, at talan her var um eina jarðarferð – og at onkur sjómaður ikki slapp av oynni.

Tí siga vit nei til at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin

- Tað er ikki bara sum at siga tað at loyva einum fullum bussi ígjøgnum Sandoyartunnilin, tá Teistin ikki siglir, sigur Karlot Hergeirsson, HTU-leiðari hjá NCC.

 

Onkur er sloppin ígjøgnum tunnilin í onkrum heilt serligum føri, og Karlot Hergeirsson heldur seg minnast, at talan her var um eina jarðarferð – og at onkur sjómaður ikki slapp av oynni.

- Tað verður spurt av og á um at sleppa ígjøgnum Sandoyartunnilin, men slíkir fyrispurningar koma ikki so ofta. Orsøkirnar til, at spurt verður, kunnu vera ymiskar, og onkuntíð hava fyrispurningar eisini verið um tungan flutning.

Tað sigur HTU-leiðarin hjá NCC, Karlot Hergeirsson, og HTU er føroyska styttingin fyri heilsutrygdar-og umhvørvisleiðaran. Tveir slíkir leiðarar eru knýttir at stóru tunnilsverkætlanini, ein fyri byggiharran og ein fyri arbeiðstakaran.   

 

Longu nú í vetur hava avlýsingar verið á Skopunarleiðini, bæði vegna veður og teknisk brek. Í hesum sambandi hevur onkur borið upp á mál, um tað hevði verið ein møguleiki at koyrt við bussi ígjøgnum tunnilin slíkar dagar.

 

Karlot Hergeirsson sigur, at tað kemur fyri, at onkur spyr um at sleppa ígjøgnum tunnilin, men hetta hendir ikki ofta.

 

- Her hava vit eina púra greiða linju sum sigur, at eingin sleppur at koyra ígjøgnum tunnilin uttan í neyðsynjarørindum. Hetta merkir, at tað bara er átrokandi sjúkraflutningur, sum sleppur ígjøgnum eftir avtalu í hvørjum einstøkum føri.

 

Hann vísir á, at tað ber ikki til at loyva summum ígjøgnum tunnilin og ikki øðrum, og tá vit spyrja, um eitt nú løgreglan hevur somu atgongd í tunlinum sum sjúkraflutningstænastan, er stutta svarið: 

- Nei, løgreglan sleppur heldur ikki ígjøgnum tunnilin uttan víðari. Talan skal vera um átrokandi uppgávur, og løgreglan noyðist eisini at spyrja pent um loyvi, um so er, sigur hann brosandi.

 

HTU-leiðarin vísir á, at onkur er sloppin ígjøgnum tunnilin í onkrum heilt serligum føri, og hann heldur seg minnast, at talan her var um eina jarðarferð – og at onkur sjómaður, sum skuldi avstað, ikki slapp av oynni.

 

- So, stutta svarið er, at eingin sleppur ígjøgnum tunnilin uttan undir heilt serligum umstøðum við átrokandi sjúkaflutningi og við loyvi í hvørjum einstøkum føri. 

 

Tá neyðsynjarflutningur fer ígjøgnum Sandoyartunnilin, er altíð neyðugt at spyrja seg fyri hjá NCC fyrst.

 

- Fyri at tryggja, at alt er í lagi á ferðini gjøgnum tunnilin, og at ongar forðingar eru, skulu fólk í sjúkrabilinum eisini ringja til Alarmsentralin og siga, at tey nú fara inn í tunnilin, og síðan skulu tey boða frá aftur, tá tey eru komin út aftur úr tunlinum. 

 

Karlot Hergeirsson vísir á, at hava fólk í sjúkrabilinum ikki ringt eftir eitt ávíst tal av minuttum frá tí, at bilurin fór inn í tunnilin, sendir Alarmsentralurin ein sjúkrabil øvutan veg, tí tá verður gingið út frá, at okkurt ikki er, sum tað skal.

 

Karlot Hergeirsson sigur, at ein treyt hjá øllum, sum koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin – og soleiðis eisini hjá teimum, sum koyra sjúkraflutning – er, at trygdarútgerð í er bilinum, sum koyrt verður í.

- Tað er álagt øllum, sum koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, at hava trygdarklæði í bilinum, sjónligar jakkar og buksur, og kravt verður eisini, at fólk hava trygdarskógvar og hjálm til øll tey, sum eru í bilinum.

 

Alt hetta ger eisini, at tað ikki bara er sum at siga tað at loyva einum bussi fullum av fólki ígjøgnum tunnilin onkran dag, tá Teistin ikki siglir vegna veður, brim ella tekniskar trupulleikar.

- Vit kunnu ímynda okkum eina støðu, har bussurin steðgar upp inni í tunlinum. Í slíkum føri hevði tað verið neyðugt hjá øllum teimum ferðandi at latið seg í trygdarklæði, trygdarskógvar og hjálm, áðrenn tey fóru úr bussinum, sigur Karlot Hergeirsson.

 

Í VikuskiftisSosialinum sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er stórt serblað um Sandoyar sýslu, og her verður eisini skift orð við Karlot Hergeirsson, HTU-leiðara hjá NCC um Sandoyartunnilin.

 

 

 

 

 

Onkur er sloppin ígjøgnum tunnilin í onkrum heilt serligum føri, og Karlot Hergeirsson heldur seg minnast, at talan her var um eina jarðarferð – og at onkur sjómaður ikki slapp av oynni.