info
Ongi úrslit

Trevor Francis er deyður 69 ára gamal

Trevor Francis spældi 626 kappingardystir millum 1970 og 1994, og vann Europa Cup fyri meistaralið tvær ferðir við Nottingham Forrest

Heri Simonsen
24. juli 2023 kl. 17:25

Fyrr í dag bórust deyðsboðini av ensku fótbóltslegenduni, Trevor Francis sum doyði av hjartatilburði í Marbella í Spania, bert 69 ára gamal.

Trevor Francis varð borin í heim í suðurenska býnum, Plymouth 19. apríl í 1954. 

Trevor Francis hevði eina fótbóltsyrkisleið, ið spenti heili 24 ár millum 1970 og 1994. Frá tí hann var 16 ár til hann stillaði gaggurnar 40 ára gamal. 

Fótbóltsyrkisleiðin byrjaði í Birmingham City, men tað var í tíðini í Nottingham Forrest, at Trevor Francis vann síni fyrstu heiti. Saman við liðfeløgunum í Nottingham Forrest vann hann Europa Cup fyri meistaralið, bæði í 1979 og í 1980.

Trevor Francis gjørdist í 1979 fyrsti leikarin, ið var seldur fyri eitt virði omanfyri eina miljón bretsk pund. Kendi høvuðsvenjarin hjá Nottingham Forrest, Brian Clough skrivaði tó í endurminningum sínum, at upphæddin var 999.999 bretsk pund, so upphæddin ikki skuldu stíga í høvdið á Trevor Francis. 

Í 1979 skoraði Trevor Francis sigursmálið, tá Nottingham Forrest vann 1-0 á Malmö FF í finaluni í Berlin. Hann var tó ikki við í finaluni móti Hamburg SV í 1980, tá hann sat uttanfyri við skaða.

Trevor Francis vann italsku steypakappingina við Samdoria í 1985, skotsku Liga Cup steypakappingina við Glasgow Rangers í 1988, og ensku Liga Cup steypakappingina við Sheffield Wednesday í 1991.

Trevor Francis spældi eisini eitt kappingarár við Manchester City og eitt kappingarár við italska felagnum, Atalanta. Hann royndi seg eisini tvey stutt skifti við amerikanska liðnum, Detroit Express.

Trevor Francis spældi 52 landsdystir fyri Ongland millum 1977 og 1986, har hann skoraði 12 mál.

Trevor Francis royndi seg eisini sum leikandi høvuðsvenjara hjá Sheffield Wednesday, har hann og liðfelagarnir á vári í 1993 taptu bæði Liga Cup og FA Cup steypafinalurnar fyri Arsenal. Arsenal vann 2-1 í Liga Cup steypafinaluna, og vann eisini 2-1 í FA Cup steypafinaluni. 

Í 2001 førdi Trevor Francis Birmingham City í Liga Cup steypafinaluna, har teir taptu fyri Liverpool aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. 

Seinnu árini var Trevor Francis fótbóltsviðmerkjari hjá sjónvarpsrásunum, SkySports, BT Sport og Al-Jazeera Sport. 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

30 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

50 minuttir síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

2 tímar síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

3 tímar síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

4 tímar síðan