info
Ongi úrslit

Tvey eftir á Landssjúkrahúsinum til neyvari eftirlit

Í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi í gjár, har trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, slapp eitt av fólkunum heimaftur, og tvey vóru verandi til neyvari eftirlit.

Vilmund Jacobsen
29. november 2023 kl. 08:33

Seint seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, har tveir bilar stoyttu saman.

- Her var eitt sindur av ruðuleika, tá vit komu á staðið, men tíbetur spældi hetta eftir øllum at døma rímiliga væl av.

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

- Trý fólk vóru í hesum báðum bilunum, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Lagt verður aftrat, at hin eini persónurin slapp heimaftur, meðan tvey av fólkunum vóru verandi eftir til neyvari eftirlit.

- Soleiðis, sum eg havi skilt, er ikki talan um álvarslig og varandi likamlig mein, tíbetur, sigur vaktleiðarin í morgun.

Báðir bilarnir, sum vóru við í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi, fingu stórar materiellar skaðar. 

Myndin er ikki tøk

Velbastaðhálsur var stongdur í umleið ein tíma, og tað var Tórshavnar Sløkkilið, sum tók sær av at fáa bilarnar burtur.

- Tað var hált, tá ferðsluóhappið hendi, og stutt eftir kom Landsverk at salta vegin, sigur vaktleiðarin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

7 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

7 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

9 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

9 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

10 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

11 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

12 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

13 tímar síðan