info
Ongi úrslit

Upptakt: Neymar verður við móti Kroatia

HM 2022: Í dag klokkan 15 verður fyrsta fjórðingsfinalan í HM-endaspælinum í Katar

Tróndur Arge
9. desember 2022 kl. 12:43

Í dag klokkan 15 verður fyrsta fjórðingsfinalan í HM-endaspælinum í Katar, sum er í millum Brasil og Kroatia. Brasil er stórfavorittur, men Kroatia var í HM-finaluni so seint sum í 2018.

Hetta er fimtu ferð, at Brasil og Kroatia møtast. Brasil hevur vunnið tríggjar ferðir, meðan ein dystur er endaður við javnleiki. Tveir av dystunum hava verið til HM-endaspøl, og báðu ferðirnar hevur Brasil vunnið.

Fyri Kroatia kemur tað illa við, at Josip Stanisic er skaddur. Hartil skulu spælarar sum Luka Modric, Barisic, Mateo Kovacic og Dejan Lovren eitt gult kort frá at fáa leikbann til eina møguliga hálvfinalu.

Skaðar hava eisini rakt hópin hjá Brasil. Gabriel Jesus og Alex Telles eru ikki við í hópinum longur, tí teir hava skaðar. Alex Sandro hevur eisini ein snudd, men vónar at spæla. Í hansara stað á bakkinum spældi Eder Militao.

Størsta gleðin er tó, at Neymar enn er tøkur. Hann sat yvir ein part av bólkaspælinum við trupulleikum í øklunum, men var aftur klárur til 1/8 finaluna móti Suðurkorea. Hann verður eisini við í dag.

Eder Militao, Fred og Bruno Guimaraes eru eitt gult kort frá leikbanni til eina møguliga hálvfinalu. Dysturin verður á Education City leikvøllinum og dómari verður enski Michael Oliver.

Kroatia – Brasil (15.00)

Væntaðar uppstillingar og liðtíðindi:

Kroatia (4-3-3): 1. Livakovic — 22. Juranovic, 6. Lovren, 20. Gvardiol, 19. Sosa — 10. Modric, 11. Brozovic, 8. Kovacic — 9. Kramaric, 16. Petkovic, 4. Perisic.

Skaddir: : Josip Stanisic, Borna Sosa

Leikbann: Ongin

Brasil (4-2-3-1): 1. Alisson — 14. Militao, 4. Marquinhos, 3. Silva, 2. Danilo — 7. Paqueta, 5. Casemiro — 11. Raphinha, 10. Neymar, 20. Vinicius — 9. Richarlison.

Skaddir: Gabriel Jesus, Alex Telles, Alex Sandro

Leikbann: Ongin

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

1 tími síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

4 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan