Tað heldur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen.
– Í staðin fyri vakmyndatól kundu vit havt fleiri løgreglufólk í náttarlívinum og loyvt skeinkistøðunum at havt longri opið.
Tað sigur sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, í samrøðu við Sosialin.
Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar um at seta upp vakmyndatól. Spurdur um hesa samtykt, svarar landsstýrismaðurin soleiðis:
– Eg taki samtyktina hjá løgtinginum til eftirtektar, men hetta er ikki eitt mál, sum er frammarliga í røðini hjá okkum í Løgmálaráðnum. Vit hava nógv mál á skránni – millum annað alt, sum hevur við útlendingamál at gera – so hetta hevur ikki høga raðfesting beint nú.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein heimild at seta vakmyndatól upp átti at verið givin í eini royndarskipan, og ikki sum ein standandi heimild. So kundi ein eftirmeting verið gjørd, har staðfest verður, um fyrimunirnir standa mát við inntrivið í privatlívið.
Sosialurin hevur eisini spurt landsstýrismannin í lógarmálum, hvat hann sigur til ynskið hjá LGBT+ um at fáa málið á breddan. Men ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað.
Á Faroe Pride 2024 var eitt av slagorðunum: “Hvat vilja vit hava? Løgfrøðiligt kynsskifti!” Esther Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyum segði eisini við in.fo, at eitt av málunum, felagsskapurin fegin vil varpa ljós á, er løgfrøðiligt kynsskifti.
Bjarni Kárason Petersen sigur við Sosialin, at hetta hevur týdning fyri summi, men heldur kortini ikki málið vera búgvið, og hann hevur sum er ongar ætlanir um at fara undir at loyva løgfrøðiligum kynsskifti.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo
Vakmyndatól eru niðast á listanum Vakmyndatól eru niðast á listanum
Loysnin er heldur fleiri løgreglufólk í náttarlívinum og at skeinkistøð hava longri opið
Eirikur Lindenskov
11. august 2024 kl. 16:22
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
14. september kl. 07:59
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
13 tímar síðan
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
10 tímar síðan
Garasjan hjá Georg verður tikin niður
15. september kl. 11:45
Tvey samdøgur á kjølinum
12. september kl. 01:17
Sølva Ford aftur á pall í Føroyum
15. september kl. 20:20
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Maður deyður í hávaálopi í Avstralia
3 minuttir síðan
Tíðindi
Skipanes til Hongkong at umvælast
6 minuttir síðan
Fótbóltur
KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF
1 tími síðan
Lesarabrøv
At sleppa at luttaka!
1 tími síðan
Tíðindi
Løgmaður fer ikki upp í stríð um tænastuboð
2 tímar síðan
Tíðindi
Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum
3 tímar síðan
Tíðindi
Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar
3 tímar síðan
Fótbóltur
NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali
4 tímar síðan
Fótbóltur
U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur
9 tímar síðan
Tíðindi
Helst vóru fleiri um brotsverkið
10 tímar síðan
Tíðindi
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
10 tímar síðan
Tíðindi
Arktiska tónleikakappingin kemur til Havnar
10 tímar síðan