VIDEO: Malmö FF tapti undan dystinum í Klaksvík

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Malmö FF-Sirius 0-1 (0-0)

Í annaðkvøld klokkan 19.45 byrjar seinni dysturin í øðrum undanumfarinum í Champions League millum KÍ og Malmö FF við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Malmö vann fyrra dystin 4-1.

 

Malmö fekk ikki tað bestu upptaktina til dystin við Djúpumýru.

 

Leygardagin tapti Malmö á heimavølli 0-1 fyri Sirius, ið avgjørt var ein strika í rokningini hjá oddaliðnum, ið er í harðari kapprenning við Djurgården um oddasessin í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Malmö hevði væl fleiri málmøguleikar enn Sirius, men teir tóku ikki av. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Malmö FF-Sirius 0-1 (0-0): 

 

##med2##