Tað var eitt stórt herskip, sum í gjár sigldi inn Oslofjørðin og legði at við Akershus skansa í Oslo.
Bretski flogberin HMS Prince of Wales er komin á vitjan eftir hernaðarvenjingar við Noreg og í Norðuratlantshavi.
Skipið skuldi upprunaliga koma fríggjadagin, men vánaligt sýni gjørdi, at flotastyrkin mátti venda við í Oslofjørðinum. Innsiglingin varð tí útsett til í gjár, upplýsir norska verjan.
Vitjanin er partur av bretsku hernaðarvenjingini Firecrest, sum skal styrkja tilbúgvingina og samstarvið millum NATO-sameind. Bretsk og norsk stríðsflogfør hava millum annað vant saman við einum amerikonskum B-52-bumbuflogfari.
Í Oslo fær flogberin eisini leiklutin sum fundarstaður. Ráðstevnurnar Atlantic Future Forum og International Sea Power Conference verða hildnar um borð, har politiskir og hernaðarligir leiðarar skulu umrøða trygdarstøðuna í Norðurevropa.
-
©
Atlantic Future Forum verður 11. og 12. november og savnar eisini umboð fyri vinnulív og tøknifyritøkur.
Sambært bretsku sjóverjuni vigar HMS Prince of Wales umleið 65.000 tons. Skipið hevur undir venjingunum havt F-35B-stríðsflogfør og tyrlur við sær.
Trygdartiltøk eru sett í verk í sambandi við vitjanina. Partar av Festningskaia við Akershus skansa eru stongdir, og avmarkingar eru á ferðslu bæði á sjónum og í loftrúminum kring herskipini.