Víkingur eigur bestu ungu spælararnar

Fótbóltsgalla 2022: Noah Hans Mneney og Rakul Sørensen eru ársins ungi spælari

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Noah Hans Mneney og Rakul Sørensen, bæði úr Víkingi, kosin til ársins ungi spælari.

 

Rakul Sørensen vann eisini heiðurin í fjør. Hon er væl fyri teknsikt og er longu farin at gera stóran mun í Betri deildini. Hon vann í kapping við Jancy Mohr úr KÍ og Lea T. Johannesen úr HB. Tær eru allar við U19-landsliðnum í løtuni.

 

Hjá monnunum vann Noah Hans Mneney úr Víkingi. Hann hevur verið ein týðandi spælari á miðjuni hjá Víkingi. Tað hevur úrslita í eini landsliðsúttøku. Hann vann í kapping við Geza David Turi úr Víkingi og Andrass Johansen úr B36.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.