info
Ongi úrslit

Vísa finaluna hjá Sverra Nielsen á stórskíggja á ólavsøku

Stórskíggi verður settur upp mitt á býnum

Áki Bertholdsen
29. juli 2021 kl. 18:03

Í nátt verður ein tann størsta hendingin í føroyskum ítróttarlívi nakrantíð, tá ið miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen fer at rógva finalu á olympisku leikunum í Tokyo. Øll tjóðin fylgir við og í heimbygd hansara, Miðvági, verður finalan víst á stórskíggja á veggin á skúlanum oman ímóti fótbóltsvøllinum.

Men øll tey, sum eru á ólavsøku verða heldur ikki við sviðusoð, tí finalan verður eisini víst á stórskíggja, sum verður settur upp Kongabrúnni og har tað ber til hjá øllum áhugaðum at fara oman at fylgja við í hesi stórhending.

Eve Skeel Nolsøe, marknaðar og produktstjóri á Føroya Tele, sum er stuðul hjá Sverra Sandberg Nielsen, sigur at tey høvdu alla tíðina ætlað at víst finaluna á stórskíggja, men tey fingu at vita, at tað var ikki ráðiligt, sum koronastøðan er. Men hon sigur, at nú er støðan broytt og tey hava fingið at vita, at nú ber tað kortini til at vísa finaluna á stórskíggja - og nú eru tey so farin at rigga til niðiri á Kongabrúnni.  Tað er Føroya Tele, sum skipar fyri við vælvild frá kommununi.

Hetta verður ein ómetaliga spennandi róður, tí Sverri Sandberg Nielsen liggur sera væl fyri at fáa heiðursmerki, og møguleikin hjá honum er ikki versnaður, nú ein av harðastu kappingarneytum hansara, Oliver Zeidler úr Týsklandi, snávaði í semifinaluni so at hann ikki kláraði at rógva seg í finaluna.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

17 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona mátti lúta fyri toppliði á heimavølli

4 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland hevur avgjørt at flyta klokkuna aftur

34 minuttir síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti tá Ajax vann seg upp á oddasessin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj tunnilsleið kann kosta 650 milliónir krónur

1 tími síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti tepurt fyri Montenegro

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórur íleggjari hevur selt øll partabrøvini í Bakkafrost

2 tímar síðan
Tíðindi

Íslendskir fiskimenn kunnu fara at landa í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani: Nú føli eg, at hann letur meira upp!

4 tímar síðan
Tíðindi

Aksel umhugsar at talgilda skatta­list­ar­nar

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?

6 tímar síðan
Tíðindi

Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn

7 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning

7 tímar síðan