info
Ongi úrslit

Vøggan – ein trygg byrjan

- Kundaskarin er serliga nýklakt foreldur. Hetta eru fólk, sum keypa barnavogn, bilstól og ymiskt annað. Tá vit eisini hava alt til barnakamarið, eru tað serliga barnafamiljur, vit síggja, sigur Tóra Johansen.

Vilmund Jacobsen
21. september 2023 kl. 15:19

Tað er Tóra Johansen, sum eigur og rekur Vøgguna. Upprunaliga hevur handilin røtur aftur til ár 2000, tá Vøggan læt upp, og tað var í 2007, at Tóra keypti fyritøkuna. Handilin er í høvuðsstaðnum, og adressan er Heykavegur 4 á Hálsi, og her verður húsast undir góðum umstøðum á umleið 200 fermetrum. 

Sæddir og hoyrdir
Tóra Johansen sigur, at tað er av stórum týdningi, at viðskiftafólk kenna seg trygg við at keypa í Vøgguni. 
- Kundarnir vera altíð møttir við einum smíli, tá komið verður á gátt, og starvsfólkini eru altíð klár at veita holla vegleiðing. Vit vilja møta okkara kundum, har tey eru, og vit vilja altíð vera góð í ráðum, um fólk ivast í onkrum. 
Handilseigarin vísir á, at tað er týdningarmikið, at gullklumparnir, sum børnini eru, koma trygt frá byrjan.  
- Í hesum liggur, at børnini hava ein góðan og tryggan bilstól til tann fyrsta túrin í bilinum – ein barnavogn at sova sín søta svøvn í og eina song til náttarsvøvnin. 
Tóra sigur, at annað, sum Vøggan selur, er eitt gott baðikar til kropsrøkt, leiku til sansa-og rørslustimbran, klæðir á kroppin, borðstól til máltíðirnar og ymiskt annað. 
- Allar hesar vørubólkarnar hava vit í handlinum og í bestu góðsku, leggur hon aftrat. 
Handilseigarin vísir á, at nøkur av merkjunum, sum Vøggan selur, eru: Emmaljunga, Basson, Cybex, Done By Deer, Babydan, Leander, Stokke, Nomi, Medela, Bibs, Neonate, bObles, Mads Nørgaard, MP, Hummel, Joha og mong onnur. 
- Tilsamans umboða vit fleiri enn 80 merki, leggur hon aftrat.
Til mammuna selur Vøggan bæði vónar-og geviklæðir, umframt vørur til kropsrøkt og bróstageving til kvinnuna, sum er við barn og eftir barnsburð.

Myndin er ikki tøk

Væl vitjaður nethandil
Tá korona legði landið stilt í mars 2020, læt nethandilin hjá Vøgguni -  www.vøggan.fo - upp. 
- Síðan tá kunnu vit siga, at vit hava fingið ein handil aftrat. Nethandilin hevur fleiri enn 1000 vørur, sum eru til keyps umframt vørur, ið bert kunnu keypast í handlinum, men vera vístar á heimasíðuni. 
Tóra Johansen sigur, at nethandilin er í støðugari menning, og her verður miðjað eftir at fáa mest sum allar vørurnar, sum eru í handlinum, tøkar á nethandlinum.
- Tað skal vera lætt hjá okkara viðskiftafólki at brúka nethandilin, her vit røkka viðskiftafólkum kring alt landið, sigur hon. 
Vøggan er eisini at finna á Facebook og Instagram.

Verkstaður og leiga
Eitt, sum er serstakt við handlinum og tænastuni hjá Vøgguni, er, at tey hava eitt vognverkstað, har til ber hjá viðskiftafólk at koma við vogninum til sýn ella umvælingar.  
- Av tí, at Emmaljunga veitir ein 2-ára servicu-pakka, er tað av stórum týdningi, at vit hava møguleika at gera umvælingarnar á staðnum, sigur Tóra Johansen. 
Av øðrum tænastum hevur Vøggan eisini útleigan av bilstólum, og tá verður mest hugsað um fólk, sum koma higar til lands at ferðast og steðga í nakrar dagar.
- Vit hava eisini ferðataskur, sum fólk, ið fara uttanlands við vogni, kunnu leiga, meðan tey eru burtur. Ferðataskan er eitt rullikuffert, sum samanlagdi vognurin fæst niður í, sigur handilseigarin.

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

22 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 lagt fram í dag

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Magnusi og Jóhan møtast í fjórðingsfinalunum

1 tími síðan
Tíðindi

38,5 milli­ón­ir eru í av­lopi á fíggjar­lógini

1 tími síðan
Tíðindi

Skifta graslíkið á sparkivølli

1 tími síðan
Tíðindi

Skipa fyri skeiðum í íverksetan innan ferðavinnu

2 tímar síðan
Tíðindi

Leggja spillivatnið út á sjógv

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar sendi út neyðarkall

3 tímar síðan
Tíðindi

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

3 tímar síðan
Tíðindi

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

4 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu

6 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

12 tímar síðan