Jóna Ólavsdóttir, granskari og ph.d.-lesandi í almennari fyrisiting á Aarhus Universiteti
Hans Ellefsen, ph.d. í fiskivinnubúskapi, lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Tíðargrein, Sosialurin 25. september 2026:
Fiskifrøðingurin sigur eitt, fiskimaðurin eitt annað, og so skal politikarin velja. Soleiðis kenna vit føroyskan fiskivinnupolitikk. Og tá ið fiskifrøðiliga ráðgevingin og royndirnar hjá vinnuni ikki samsvara, verður kjakið skjótt ein spurningur um, hvørjum vit trúgva. Politikarin umboðar eitt øki í landinum, og leggur seg kanska upp at tí, sum veljarin í hesum økinum hellir til. Og soleiðis enda vit í somu skotgrøvum aftur og aftur. Fiskivinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Føroyum. Men hon byggir eisini á avmarkað náttúrutilfeingi, sum broytist í takt við veðurlag, havumhvørvi og fiskiskap. Tí er avgerandi, at vit taka skilagóðar og burðardyggar avgerðir. Men spurningurin er ikki bara, hvørjar avgerðir vit taka, men eisini hvussu vit taka tær. Og her kundu vit kanska hugt at eini áhugaverdari roynd við donskum landbúnaðarpolitikki.
Hans Ellefsen og Jóna Ólavsdóttir hava skrivað tíðargreinina í Sosialinum síðsta vikuskifti
Føroysk fiskivinna fevnir um fleiri ymiskar fiskiskapir og umsitingarskipanir. Í hesi greinini leggja vit serligan dent á botnfiskin undir Føroyum, har fiskiskapurin í høvuðsheitum verður reguleraður við fiskidøgum. Tað er eisini her, at ósemjan millum lívfrøðiliga ráðgeving, royndirnar hjá vinnuni og politisku avgerðirnar ofta hevur verið sjónlig.
Hvussu verður botnfiskiskapurin umsitin í dag
Í umsitingini av botnfiskinum undir Føroyum hava vit longu royndir við einum arbeiðshátti, har fleiri partar verða tiknir við í avgerðartilgongdini. Havstovan veitir lívfrøðiliga ráðgeving um fiskastovnarnar, vinnan verður tikin við gjøgnum hoyringar og annað samskifti, meðan politiska skipanin hevur ábyrgdina av at áseta karmarnar fyri fiskiskapin. Samstarvið hevur eisini verið meira beinleiðis í sambandi við umsitingarætlanina fyri botnfisk, sum varð sett í verk í 2021.
Umsitingarætlanin hevur verið eitt framstig. Hon hevur gjørt reguleringina meira reglubundna og knýtt broytingar í fiskidagatalinum greiðari at lívfrøðiligu støðuni. Men hon byggir framvegis á fiskidagar. Sum meginregla kann fiskidagatalið broytast upp ella niður við upp til 5 prosent um árið eftir lívfrøðiligu støðuni, tó við møguleika fyri størri skerjing undir serligum umstøðum.
Trupulleikin er, at fiskidagarnir stóran part av tíðini ikki hava verið bindandi. Síðani 2006 hevur einki ár verið, har meira enn 80 prosent av teimum útlutaðu døgunum í bólki 2–4 eru brúktir. Í 2025 vórðu bert umleið tveir triðingar brúktir (Ellefsen, 2026). Tá so nógv óbrúkt rúm er í skipanini, hevur ein vanlig skerjing upp á 5 prosent lítla ávirkan á veruliga fiskiskapin. Ein kann sostatt fylgja umsitingarætlanini og skerja fiskidagarnar, uttan at veiðitrýstið neyðturviliga minkar samsvarandi. Og tá fiskidagarnir so gerast bindandi hjá einum bólki, sum nú hjá bólki 5B, hevur politiska svarið verið at økja talið av fiskidøgum.
Ein onnur avbjóðing er, at fiskidagaskipanin regulerar arbeiðsinnsatsin heldur enn veiðuna av einstøku fiskasløgunum. Botnfiskiskapurin er ein blandaður fiskiskapur eftir millum annað toski, hýsu og upsa, og hesir stovnar kunnu vera í ymiskari støðu. Sama tal av fiskidøgum kann tí illa stýra veiðitrýstinum á hvønn stovn sær. Harumframt ger fiskidagaskipanin effektivisering til ein reguleringartrupulleika. Tá skipini fáa betri tøkni og reiðskap og gerast dugnaligari at fiska, kann veiðan fyri hvønn fiskidag vaksa. Í eini kvotuskipan er sjálv veiðan hinvegin avmarkað, og effektivisering kann í staðin brúkast til at minka um kostnaðin, betra um góðskuna og skapa størri virði úr somu veiðu.
Her kemur búskaparfrøðin eisini inn. Endamálið við fiskivinnustýring er ikki bara at halda fiskastovnarnar innan fyri lívfrøðiliga burðardygg mørk, men eisini at fáa sum mest virði burtur úr tí avmarkaða tilfeinginum. Lívfrøðiliga ráðgevingin eigur tí at hava eina serstøðu og seta karmarnar fyri, hvat stovnarnir tola. Innan fyri hesar karmar kann búskaparfrøðin siga nakað um, hvussu fiskiskapurin verður skipaður so effektivt sum gjørligt, meðan vinnan hevur týðandi praktiska vitan um, hvussu fiskiskapurin og reguleringin rigga í veruleikanum. Samskapan loysir tó ikki í sjálvum sær allar avbjóðingar. Tað hevur eisini týdning, hvørjir fakligir karmar verða settir, og hvørji reguleringsamboð verða vald (Ólavsdóttir et al., 2026).
Tá landbúnaður og náttúruvernd seta seg við sama borð
Grøni Tríparturin í Danmark varð settur á stovn við eini truplari uppgávu: at finna langtíðarloysnir á veðurlags- og náttúruavbjóðingunum hjá landbúnaðinum og samstundis skapa karmar fyri framtíðar matvøruframleiðslu (Regeringen, 2024). Navnið er eitt sindur misvísandi, tí við borðið sótu í veruleikanum sjey partar við ymiskum og ofta mótstríðandi áhugamálum: stjórnin, Landbrug & Fødevarer, Danmarks Naturfredningsforening, Kommunernes Landsforening, Dansk Industri og fakfeløgini Fødevareforbundet NNF og Dansk Metal.
Burtur úr samráðingunum kom Aftale om et Grønt Danmark í 2024 við ítøkiligum og framsøknum málum. Men tað er serliga mannagongdin, sum er áhugaverd hjá okkum at hyggja nærri at.
Frá hoyring til samskapan
Eitt eyðkenni við Grøna Trípartinum er, at partarnir vórðu tiknir við, áðrenn nakar bókstavur var festur á blað. Hetta er ein annar arbeiðsháttur enn klassiska hoyringin, har myndugleikin fyrst ger eitt uppskot og síðani gevur áhugapørtum høvi at gera viðmerkingar.
Hoyringar hava ein týðandi fólkaræðisligan og fyrisitingarligan leiklut, men tær hava eisini eina avmarking. Tá ið eitt uppskot longu er komið so langt, at tað verður sent til hoyringar, eru bæði fortreytir, endamál og amboð í stóran mun ásett. Áhugapartarnir skulu tí fyrihalda seg til eina loysn, sum onnur hava orðað, heldur enn at vera við til at eyðmerkja avbjóðingar og møguligar loysnir.
Ein samskapandi tilgongd flytur luttøkuna longri fram. Í fiskivinnufyrisiting kann hetta millum annað merkja, at vísindalig vitan, vinnuligar royndir, búskapar- og náttúruatlit og vitan um staðbundin viðurskifti verða løgd fram og viðgjørd, áðrenn støða verður tikin til ítøkilig amboð sum fiskidagar, kvotur ella friðingar. Tað er ikki tað sama sum at leggja fakliga vitan frá sær. Vísindalig ráðgeving má framvegis byggja á vísindaligar mannagongdir, men hon kann innganga í einum breiðari avgerðargrundarlagi saman við aðrari viðkomandi vitan.
Skulu vit finna loysnir, sum eru burðardyggar í longdini, er neyðugt, at allir partar leggja hondina á kókiplátina. Tað merkir, at hvør partur má vera sinnaður at taka ein váða á seg, flyta seg og góðtaka, at eingin fær alt. Málið er ikki, at øll skulu vera samd um øll viðurskifti, men at stremba eftir avgerðum, sum byggja á bestu tøku vitanina og kunnu góðtakast av øllum pørtum.
Góð luttøka tekur tíð – men kann eisini spara tíð
Ein vanlig atfinning at samskapandi tilgongdum er, at tær taka tíð. Hetta er serliga viðkomandi á náttúru- og tilfeingisøkinum, har tað ofta er neyðugt at handla skjótt, tá ið stovnar eru undir trýsti ella umhvørvislig mál skulu røkkast.
Tað er kortini ikki vist, at skjótasta avgerðin eisini er tann mest effektiva. Í kjakinum um Grøna Trípartin hevur verið víst á týdningin av ikki at blanda ferð við effektivitet (Ólavsdóttir, 2026). Ein politisk avgerð kann takast skjótt, men um vitanargrundarlagið er veikt, avleiðingarnar ikki eru nóg væl lýstar, ella teir partar, sum skulu seta avgerðina í verk, ikki hava álit á henni, kann verksetanin gerast tung. Tí kann tað, at gera íløgur í fyrru helvt av tilgongdini, spara tíð í seinnu helvt og gera tað lættari at røkka málinum. Júst hetta leggja Sørensen og Torfing (2026) dent á í sambandi við Grøna Trípartin: tá partarnir sjálvir eru við til at menna loysnirnar, kann tað skapa størri felags ognarskap og gera teir til viðspælarar heldur enn mótspælarar, tá avgerðirnar skulu setast í verk.
Samskapanin má røkka longri enn samráðingarborðið
Um ein slík tilgongd skal hava týdning fyri føroyska fiskivinnufyrisiting, er tað tó ikki nóg mikið at savna umboð fyri landsfeløg, myndugleikar og gransking við eitt sentralt samráðingarborð. Ein vandi er annars, at samskapanin verður avmarkað til eitt lítið tal av umboðum, meðan avgerðirnar síðani fara niður gjøgnum skipanina sum vant. Samskapandi tilgongdin eigur harafturímóti at seyra allan vegin niður ígjøgnum skipanina og kjølfestast úti um landið. Ein yvirskipað avtala kann áseta mál, karmar og grundleggjandi prinsipp, men tað eigur framvegis at vera rúm fyri, at staðbundin vitan og royndir frá ymiskum flotabólkum verða tiknar við, tá ið tiltøk verða sett í verk og eftirmett.
Her ber til at vísa til vegleiðingina frá Norðurlendska Ráðharraráðnum um borgaraluttøku í náttúrufyrisiting í Arktis. Vegleiðingin leggur dent á, at fólk við staðbundnari náttúruvitan eiga at verða við til at orða endamál og arbeiðshættir, tulka eygleiðingar og umrøða møgulig fyrisitingarlig tiltøk. Somuleiðis verður dentur lagdur á afturboðan, so tey, sum lata vitan inn, fáa at vita, hvussu hon verður brúkt. Henda hugsanin kann hava serligan týdning í fiskivinnuni, tí nógv av vitanini um broytingar í fiskiskapi, ferðing hjá fiski, hjáveiðu og staðbundin viðurskifti kemur í trolið í dagliga virkseminum á sjónum.
Ein vælvirkandi fiskivinnufyrisiting hevur tí tørv á skipaðum leistum, har vitan og royndir ferðast báðar vegir. Tað er munur á at hava vitan um fiskastovnarnar og at hava vitan um sjálvan fiskiskapin. Og í eini vælvirkandi fyrisiting er tørvur á báðum.
Royndir við trípartasamstarvi
Sjálv trípartahugsanin er ikki nýggj í Føroyum. Hon hevur serliga verið brúkt á arbeiðsmarknaðarøkinum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin hava havt skipað samstarv um mál av felags áhuga. Í 2019 varð til dømis gjørd ein trípartasemja millum landsstýrið, arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg um yrkisútbúgvingar og lærlingaøkið (Vinnuhúsið, 2019). Partarnir vóru millum annað samdir um broytingar í lærlingaskipanini og um, at trípartasamstarv eisini framyvir eigur at verða brúkt í sambandi við arbeiðsmarknaðarlóggávu.
Ein møgulig trí– ella fleirpartasamráðing í fiskivinnuni hevði ikki verið eitt heilt nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki. Munurin er tó, at fiskivinnufyrisiting er eitt annað og á fleiri økjum meira samansett øki merkt av stórum ósemjum og búskaparligum virðum fyri bæði tjóð og einstaklingar. Tí skal ein føroyskur bláur trípartur heldur ikki skiljast sum eitt beinleiðis kopi av donsku tilgongdini ella trípartaroyndum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talan kundi heldur verið um eina tilgongd, sum byggir á grundleggjandi arbeiðsprinsippini handan hesar tilgongdirnar.
Royndirnar úr Danmark eru heldur ikki prógv um, at breiðar samráðingar sjálvvirkandi skapa semju ella haldførar loysnir. Grøni Tríparturin hevur sanniliga eisini verið undir trýsti, bæði undir samráðingunum og aftaná. Ikki minst, tá mótmælisgongur við traktorum vórðu skipaðar fleiristaðni í landinum í sambandi við nýggju lóggávuna um útlát av køvievni. Samskiftið og samstarvið skal altso alla tíðina javnvigast, hóast formliga avtalan er gjørd. Stóra uppgávan í Grøna Trípartinum er nú at varðveita álitið millum partarnar í verksetanartilgongdini, sum virkar undir broytiligum umstøðum.
Júst tí er danska royndin eisini áhugaverd. Hon vísir bæði møguleikarnar og avmarkingarnar í samskapandi stýring. Breið luttøka kann skapa álit og betri samband millum partarnar, men krevur eisini greiðar fortreytir. Tað má vera greitt, hvørji mál eru politiskt ásett, hvat kann samráðast um, hvør hevur endaligu ábyrgdina, og hvussu nýggj vitan ella broyttar fortreytir verða handfarnar.
Ein bláur trípartur sum arbeiðsháttur
Fá samfeløg eru so tætt knýtt at náttúrutilfeinginum sum tað føroyska. Tað setur serlig krøv til okkara fatan av burðardygd og til skipanirnar, sum skulu umsita tilfeingið. Lívfrøðilig burðardygd er sjálvsagda fortreytin fyri eini burðardyggari fiskivinnu, men fiskivinnupolitikkur skal samstundis virka í einum búskaparligum og sosialum veruleika. Skip og virkir skulu kunna leggja virksemið til rættis, íløgur verða gjørdar við einari langtíðarhugsan, og fleiri lokalsamfeløg eru í stóran mun knýtt at fiskivinnuni. Uppgávan er tí ikki at velja millum lívfrøðiliga, búskaparliga og sosiala burðardygd, men at menna eina fyrisiting, sum megnar at síggja hesi atlit í einum samanhangi.
Tað er eingin løtt uppgáva. Vælferðin og búskapurin eru í stóran mun grundað á livandi tilfeingi, sum vit ikki sjálvi hava ræði á. Fiskastovnarnir flyta seg, havumhvørvið broytist, og vitanin um náttúruna verður ongantíð fullkomin. Tí snýr burðardygd seg um førleikan at umsita tilfeingið undir óvissu og at tillaga okkum, um neyðugt. Tað krevur sterka gransking og greið lívfrøðilig mál, men eisini politikarar, fiskifólk og fyrisiting, sum duga og tora at lurta eftir ymiskari vitan. Soleiðis menna vit felags loysnir, sum flóta, tá tær fara av bakkastokki.
Tí er spurningurin um ein bláan trípart í grundini partur av einum størri spurningi: Hvussu byggja vit eina fiskivinnufyrisiting, sum ikki bara dugir at taka avgerðir í dag, men eisini dugir at læra, tillaga seg og varðveita eitt burðardygt grundarlag undir føroyska samfelagnum langt inn í framtíðina?
Keldur:
Ellefsen, H. (2026). Regulera vit tað rætta? 30 ár við fiskidagaskipan. Sosialurin/in.fo, 13. august 2026. https://in.fo/grein/regulera-vit-tad-raetta-30-ar-vid-fiskidagaskipan
Ólavsdóttir, J., Magnussen, E., Hammer, S., Enghoff, M., Joensen, S.P. & Danielsen, F. 2025. Vejledelse til styrkelse af borgerinddragelse i forvaltning af naturen i Aktis. Leinki: https://pub.norden.org/temanord2025-543/index.html
Ólavsdóttir, J.; Pedersen, A. B.; Justinussen, J. C. S.; Friberg, N. (2026) The Potential of Stakeholder Involvement to address Barriers to Nature-based Solutions in Europe: A Systematic Literature Review. Leinki: https://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S2772411526000790
Ólavsdóttir, J. (2026) Forsker: Vi står midt i en natur- og klimakrise. Men vi må ikke forveksle hastighed med effektivitet. Leinki:https://www.altinget.dk/miljoe/artikel/forsker-vi-staar-midt-i-en-natur-og-klimakrise-men-vi-maa-ikke-forveksle-hastighed-med-effektivitet
Regeringen (2024) Aftale om et grønt Danmark. Leinki: https://regeringen.dk/aktuelt/tidligere-publikationer/aftale-om-et-groent-danmark/
Sørensen, E. & Torfing, J. (2026) Forskere: Den grønne trepart viser, hvordan bred inddragelse kan bygge bro mellem polariserede grupper og politikere. Leinki: https://www.altinget.dk/miljoe/artikel/forskere-naar-alle-parter-har-haanden-paa-kogepladen-skaber-det-faelles-ejerskab-i-den-groenne-trepart
Vinnuhúsið (2019) Trípartasemja milllum arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg og Føroya Landsstýrið Leinki: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/tripartasemja-milllum-arbeidsgevarafeloeg-fakfeloeg-og-foeroya-landsstyrid