info
Ongi úrslit

Vitja vísindavøkuna ár eftir ár

Vísindavøkan varð í ár hildin fyri 19. ferð. Endamálið við Vísindavøkuni er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum. Annika Sølvará heldur, at tiltakið tænir sínum endamáli, tí Vísindavøkan kemur víða um, og er væl vitjað hvørt ár

Nanný J. Toftegaard
2. oktober 2026 kl. 13:30

Skráin í ár, líktist tí sum hevur verið undanfarin ár. Garasjan og svalin í Sjóvinnuhúsinum vóru á tremur við framsýningum og ymiskum virksemi. Hetta er serliga ætla skúlanæmingum, og tey fingu høvi at síggja ymisk fiskasløg, sum Havstovan vísti fram, og kundu royna seg sum fiskifrøðingar, og gera stovnsmetingar.

Tjóðsavnið hevði ein bás við plantum og djórum, og greitt var frá hvussu tey granska í føroysku náttúruni.

Landsbókasavnið setti spurningin; Hvat telefonnummar høvdu omma og abbi tín heima? Næmingar blivu bodnir at leita í telefonbókini og tí føroysku alfrøðini. Hetta eru bókaverk, sum nærum ikki koma á prent longur. Tey flestu funnu familju og kenningar í telefonbókini, og dugdu at sláa upp í alfrøðini. Tí tá tilfarið er væl skipað, er tað lætt at finna fram aftur. Hetta sæst til dømis, tá nøvn og telefonnummur eru sett í bókstavarað og talrað í telefonbókini.

Næmingar og lærarar á Glasi gjørdu royndir í garasjuni.

-        Okkurt er meira ein sýning, og okkurt er gransking, tað ræður um at gera tey ungu forvitin, og fáa tey at royna ymiskt, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

sí fleiri myndir frá Vísindavøkuni her: Myndir: Vísindavøka - info

Í Kongshøll vóru fyrilestrar allan dagin. Fyrilestrarnir eru serliga ætla miðnámsnæmingum og øðrum vaksnum vitjandi.

-        Vit høvdu eina fjølbroytta skrá, soleiðis at vit fáa eitt blómutyssi av føroyskum granskingarevnum og úrslitum.

Allir skúlar vera bodnir við á Vísindavøkuna, bæði fólkaskúlar, miðnám, yrkisskúlar og aðrir. Talið er skiftandi, men Vísindavøkan er altíð væl vitjað, og fleiri koma aftur ár eftir ár.

Vísindavøkan skal byggja brýr millum granskarar og almenning, Annika Sølvará heldur, at Vísindavøkan tænir sínum endamáli.   

-        Um eg skal siga tað sjálv, haldi eg at tað hevur eydnast væl, fólk koma aftur ár eftir ár, og granskarar og starvsfólk luttaka gleðiliga.

Næsta ár verður Vísindavøkan hildin fyri 20 ferð, og tá er ætlanin at gera tiltakið enn betri.

Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøkuni saman við granskingarstovnunum í Føroyum,

-        Hetta krevur nógva orku, men nú hava vit gjørt hetta ofta, og tá gerst tað lættari. Uppundir eru nógvar praktiskar uppgávur, men vit halda at hetta er komi í eina góða legu, og at vit megna at vísa hvat hendir í granskingarumhvørvinum.

20 fyrilestrar vóru á skrá, og teir snúðu seg, millum annað, um hugburði til barnakoppsetingar, Føroyar fyri 56 milliónum árum síðani, og føroysku kvinnurørsluna í 1970- og 1980 árunum.

Fyrilestrarnir verða filmaðir, og gjørdir til sendingar sum vera vístar í Kringvarpinum.

-        Hetta er væl dámt ímillum lesandi, sum brúka kunningina til uppgávur, og onnur við áhugað. Tað hevur týdning at tilfarið er atkomuligt, tú skal kunna síggja tað hóast tú ikki hevur verið á Vísindavøkuni.

Undan sjálvum tiltakinum var Vísindavøkan á ferð. 14. til 21. september vóru tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi, í Vági, og eitt serligt tiltak var í Norðurlandahúsinum. Tiltøkini vóru skipað eftir sama leisti, við framløgum, sum vardu umleið 20 minuttir, við granskarum og øðrum.

Hans Ellefsen fekk miðlaheiðurslønina

Á hvørjum ári, letur Granskingarráðið heiðursløn fyri framúr góða almenna miðling av gransking. Øll kunnu senda uppskot inn, og fleiri góð uppskot komu. Ein dómsnevnd metti um uppskotini og gjørdi av, at Hans Ellefsen skuldi hava miðlaheiðurslønina í ár. Hans Ellefsen er varadekanur og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er búskaparfrøðingur og hevur ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði.

Charlotte Géraldine Amannt vann snarrøðukappingina

Skipað var eisini fyri snarrøðukapping. Granskararnir høvdu 150 sekund munnliga framseting, ein  mynd bleiv víst á vegginum, og framløgan var uttan kjak og spurningar úr salinum. Granskararnir hava sostatt hálva triðja minutt at leggja úrslitini fram, og grundgeva fyri hví teirra gransking er umráðandi.

Tað gjørdist Charlotte Géraldine Amannt sum vann snarrøðukappingina. Hon er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Heitið á framløguni var, Ein ósjónlig hóttan. Charlotte Géraldine Amannt granskar í eiturevnum frá algum í sjónum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

4 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ein bláur trípartur fyri føroyska fiskivinnu?

6 minuttir síðan
Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

1 tími síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

1 tími síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

1 tími síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir olju og hav­botns­mine­ral­um á før­oyska land­grunninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsett fyri at hava serverað løgregluni gamlan høsnarunga

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond standa sterk

2 tímar síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani Upp úr nalvanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Hugsa tær at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag!

3 tímar síðan