Verdens Gang veit at siga, at tilsamans 12 útlendskir ríkisborgarar vóru millum tey, sum lótu lív í herviligu tokvanlukkuni í Spania herfyri.
Av teimum 69, sum doyðu í vanlukkuni, eru 66 nú eyðmerkt. Haraftrat eru tríggir útlendskir ríkisborgarar framvegis saknaðir.
Teir 12 útlendsku ríkisborgararnir, sum lótu lív, vóru úr fleiri ymiskum londum, harav fýra vóru amerikanarar.
Talan var um tvey snartok, sum stoyttu saman, harav annað tokið stóð stilt á breytini, tá vanlukkan hendi.
Hetta er aðru ferð, at ein stór tokvanlukka rakar Spania í ár, og vanlukkan hesaferð hendi mikudagin hin 28. oktober.
Umframt teir fýra amerikanararnar, sum lótu lív, vóru aðrir útlendingar, sum eisini doyðu í vanlukkuni, úr Kanada, Japan, Argentina, Meksiko, Tunesia og Kekkia.
Áður hava myndugleikarnir í Spania sagt, at eitt ferðafólk úr Fraklandi og eitt úr Portugál eisini lótu lív í vanlukkuni, umframt 54 spaniólar.
Løgregla og rættarlæknar, sum arbeiða við vanlukkuni, siga í einari felags frásøgn, at 66 av teimum 69 deyðu, nú eru eyðmerkt.
Tvey fólk úr Avstralia og eitt úr Japan eru framvegis saknað, veit Verdens Gang at siga.
Lagt verður aftrat, at eyðmerkingin hevur verið krevjandi.
Sponsku myndugleikarnir hava partvís bíðað eftir, at avvarðandi eru komin til Spania, soleiðis at tey kundu vera við í eyðmerkingini.