Beint eftir klokkan trý í nátt fekk løgreglan fráboðan um ein mann, sum var ómøguligur niðri í býnum í Havn.
Løgreglan fór á staðið, men maðurin broytti ikki atburð. Hann varð tí handtikin og tikin við á løgreglustøðina.
Løgreglan upplýsir í morgun, at maðurin varð latin leysur aftur fyri løtu síðani við ein skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar.