Týsdagin 10. oktober 2006 varð ein sorgardagur hjá Atlantsflogi og í Føroyum.
Flogfarið var á veg úr Stavanger til Molde við millumlending í Stord, tá vanlukkan hendi undir lendingini á Sørstokken-flogvøllinum.
Umborð vóru 16 fólk – 12 ferðafólk og fýra í manningini. Tólv komu frá vanlukkuni við lívinum, meðan tríggir norskir ferðamenn og føroyska flogternan Guðrun Hervør Joensen lótu lív.
Guðrun var 41 ára gomul, úr Bø og búði í Sandavági. Hon hevði starvast hjá Atlantsflogi síðani 1992. Eftir hana sótu maður og tvey børn.
Vanlukkan setti eisini bjargingararbeiðið í miðdepilin. Sosialurin greiddi dagin eftir frá, hvussu 21 ára gamla flogternan Maibritt Magnussen úr Oyndarfirði hjálpti níggju monnum út úr brennandi flogfarinum, áðrenn hon sjálv slapp út.
Norska skaðanevndin staðfesti seinni, at spoilararnir á veingjunum ikki fóru upp eftir lendingina. Hetta og viðurskiftini á váta flogvøllinum gjørdu, at bremsurnar ikki virkaðu sum væntað. Flogfarið fór út av breytini, oman av einum bakka og varð oyðilagt av eldi.
Greinar úr Sosialinum um vanlukkuna kunnu síggjast við at trýsta her:
-
©