Í 2025 fekk tað almenna 414,5 milliónir krónur meira inn frá skattum og sosialum gjøldum enn árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur á 3,5 prosent.
Skattatrýstið lækkaði tó úr 42 prosentum í 2024 niður í 41,2 prosent í 2025. Orsøkin er, at bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks við 5,6 prosentum og sostatt skjótari enn skattainntøkurnar.
Persónligi inntøkuskatturin var størsta inntøkukeldan hjá tí almenna og gav góðar fimm milliardir krónur. Hesar inntøkurnar eru vaksnar støðugt síðani 2012.
Inntøkurnar frá skrásetingargjaldi á motorakfør vuksu við 82,5 prosentum. Sambært Hagstovuni stendst hetta helst av, at elbilar frá 2025 skuldu rinda hægri skrásetingargjald.
Samlaðu avgjaldsinntøkurnar minkaðu tó, tí minni kom inn frá millum annað meirvirðisgjaldi og tøkugjaldi á alivinnu.
Føroyar høvdu næsthægsta skattatrýstið í Norðurlondum. Danmark lá hægst við 44,1 prosentum. Hagstovan vísir tó á, at uppgerðarhættirnir kunnu vera ymiskir, og at samanberingar tí skulu gerast við fyrivarni.
Kelda: Hagstova Føroya.