Ein 18 ára gamal maður er deyður eftir eina bussvanlukku millum Växjö og Alvesta í Suðursvøríki seinnapartin í dag. Tað upplýsir svenska løgreglan á heimasíðu síni, skriva Expressen og tíðindastovan TT.
Áðrenn boðini um deyðsfallið komu, var upplýst, at tíggju fólk høvdu fingið álvarsligan skaða.
Talan er um ein buss í tveimum hæddum, og sambært upplýsingum frá Kronoberg-regiónini vóru umleið 40 fólk í honum.
Bjargingarfólk, sjúkrabilar og løgregla vórðu send á staðið. Seinni kom eisini ein sjúkraflutningstyrlа at hjálpa til.
Tey løstaðu vórðu flutt á sjúkrahús í Växjö, Ljungby og Karlskrona. Ein persónur varð fluttur við tyrlu til Karlskrona.
Sambært Expressen vóru eingi onnur akfør partur av vanlukkuni, sum hendi á einum beinum vegastrekki. Enn er ógreitt, hvat hendi.
– Vit eru á staðnum fyri at kanna orsøkina. Tað týdningarmesta er, at tey, sum hava tørv á viðgerð, fáa hana, sigur Filip Annas, tíðindafólk hjá løgregluni í Region Syd, við Expressen.
Løgreglan skal kanna vanlukkustaðið og avhoyra ferðafólk, vitni og bussføraran, so skjótt tað ber til. Sambært Expressen er bussførarin við vit.
Tey, sum vóru við í vanlukkuni, og avvarðandi teirra hava fingið tilboð um kreppuhjálp, skrivar TT.
Vanlukkan hevur ávirkað ferðsluna nógv, og hon verður leidd aðrar leiðir. Svenski vegamyndugleikin Trafikverket hevur enn ikki boðað frá, nær vegurin kann lata upp aftur.
Växjö liggur umleið tríggjar tímar í bili frá Keypmannahavn.
/Ritzau/