info
Ongi úrslit
© Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix
Adrien Brody læt seg mynda undan mótasýningini hjá Lacoste í París 4. oktober.

Stjørnur til mótasýning í París

Adrien Brody og aðrir kendir gestir vóru millum áskoðararnar, tá Lacoste vísti nýggju klæðini til vár og summar 2027.

Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 20:45

Mótavikan í París savnar bæði mótafólk og kend andlit. Sunnudagin 4. oktober var tað Lacoste, sum vísti sína nýggju kvinnukollektión til vár og summar 2027.

Amerikansku sjónleikararnir Adrien Brody og Uma Thurman og tennisstjørnan Venus Williams vóru millum gestirnar til sýningina. Eisini tennisspælarin Grigor Dimitrov og sjónleikarin Taylor Zakhar Perez sótu millum áskoðararnar.

Tá sýningin var liðug, gekk sniðgevin Pelagia Kolotouros fram og heilsaði gestunum, sum fagnaðu henni við lógvabrestum.

Á pallinum vóru millum annað klæði í sterkum gulum og grønum litum. Kanadiska modellin Agel Akol vísti ein grønan kjóla, meðan amerikanska modellin Ivy Stewart kom í klæðum við tennisbóltum og skrift á.

Í myndatemanum síggjast bæði kendu gestirnir og klæði frá sýningini hjá Lacoste.

Myndir: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

14 minuttir síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

49 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

1 tími síðan
Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

2 tímar síðan
Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

3 tímar síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt staklag frá Holgari

4 tímar síðan
Tíðindi

Læknafelagið róp­ar var­skó – lands­stýrið vend­ir egn­ari serlækna­ætlan bakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Lýsa eftir varastjóra av nýggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Algur beindu fyri 1000 tonsum av laksi hjá Grieg Seafood

5 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn eru avrættaðir í Iran í dag

6 tímar síðan