Tað skrivar Tórshavnar kommuna:
Vit leita eftir einum navni, sum ljóðar væl og hóskar til heimið og virksemið har. Send okkum títt uppskot og eina stutta grundgeving niðanfyri.
Uppskotini og grundgevingarnar verða løgd fyri dómsnevnd, sum síðan letur Heilsu- og eldranevndini tilmæli við talmerki fyri hvørt uppskot – tað vil siga uttan upplýsingar um, hvør eigur navnauppskotini.
Á hesum grundarlagi velur Heilsu- og eldranevndin besta uppskotið. Hava fleiri sent inn sama navnauppskot, kastar nevndin lut um, hvør fær virðislønina.
Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at nýta vinnandi uppskotið.
Send okkum títt uppskot áðrenn 5. november 2026: