info
Ongi úrslit

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

Jóhannis Joensen vil hava at vita, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at sjúkraflutningsstøðin í Vágum verður mannað við tveimum fólkum allar dagar í árinum. Hann spyr eisini um manningarstøðuna kring landið.

Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 20:45

Vaktin hjá Sjúkraflutningstænastuni í Vágum er aftur bert dekkað av einum starvsfólki hesa vikuna.

Tað skrivar Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, sum hann hevur sett Eydis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.

Fyrispurningurin er dagfestur 2. oktober og snýr seg um Sjúkraflutningstænastuna í Vágum og kring landið.

Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at støð 30 í Vágum framyvir verður mannað við tveimum fólkum allar dagar í árinum. Um svarið er ja, vil hann vita, hvussu hetta verður gjørt, og um landsstýriskvinnan hevur givið boð um tað.

Hann biður eisini um eina frágreiðing um manningarstøðuna hjá Sjúkraflutningstænastuni kring landið, og hvørjar aðrar avbjóðingar eru við at tryggja støðuga manning. Harumframt spyr hann, hvørji ítøkilig og varandi átøk landsstýriskvinnan ætlar at seta í verk.Í viðmerkingunum vísir Jóhannis Joensen til svarið upp á ein undanfarnan fyrispurning um sjúkraflutning. Sambært honum staðfesti landsstýriskvinnan tá, at tænastan hevur avbjóðingar við manningini, og at størsta avbjóðingin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum.

Hann vísir á, at Sjúkraflutningstænastan ofta er fyrsta liðið í ketuni frá borgaranum til viðgerð í heilsuverkinum, tá ið álvarslig sjúka ella vanlukka rakar. Tí hevur tað stóran týdning, at tænastan virkar væl, og at fólk kunnu kenna seg trygg við, at hjálpin er tøk, sama hvar í landinum tey búgva.

Sambært løgtingsmanninum hava fólk úr øðrum pørtum av landinum eisini víst á avbjóðingar hjá tænastuni, síðan hann setti sín fyrra fyrispurning. Hetta bendir eftir hansara meting á, at trupulleikin fevnir um meira enn eina støð.

Endamálið við nýggja fyrispurninginum er bæði at fáa greiðu á, hvørji átøk kunnu bøta um støðuna í Vágum beinanvegin, og hvussu ein landsfevnandi og haldgóð sjúkraflutningstænasta kann tryggjast framyvir.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

10 minuttir síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

45 minuttir síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

1 tími síðan
Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

2 tímar síðan
Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

3 tímar síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt staklag frá Holgari

4 tímar síðan
Tíðindi

Læknafelagið róp­ar var­skó – lands­stýrið vend­ir egn­ari serlækna­ætlan bakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Lýsa eftir varastjóra av nýggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Algur beindu fyri 1000 tonsum av laksi hjá Grieg Seafood

5 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn eru avrættaðir í Iran í dag

6 tímar síðan