info
Ongi úrslit

25 ár síðani: Rúsan var full av fólki

– Bert ein minutt eftir, at Rúsan hevði latið hurðarnar upp á fyrsta sinni, var handilin stúgvandi fullur av fólki.

info
Eirikur Lindenskov
2. november 2017 kl. 09:14
– Bert ein minutt eftir, at Rúsan hevði latið hurðarnar upp á fyrsta sinni, var handilin stúgvandi fullur av fólki. Soleiðis skrivaði Sosialurin 3. november í 1992, eftir at blaðið hevði vitjað í handlinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, tá hon læt upp á fyrsta sinni á Hoyvíksvegi í dag fyri júst 25. árum síðani. Blaðið skrivar soleiðis: »Har vóru ommur og abbar, foreldur við smábørnum, og so teir ungu garparnir, sum fyri fyrstu ferð fingu loyvi at keypa rúsdrekka. Tað kundi hugsast, at hýrurin var góður á fólki, sum tolin stóðu og bíðaðu eftir at sleppa at keypa, men tað merktist ikki á mannamúgvuni. Nærum tøgn valdaði, og tá hálvur tími var farin, noyddust nógv at fara útum at fáa sær fríska luft, so kvalið var inni. Tað vóru ikki øll, sum vistu tað, men í Rúsini skulu fólk fáa sær ein seðil við tali á, sum sigur, nær teirra tørn er at keypa. Tað gjørdi kanska søluarbeiðið eitt sindur torførari, og bíðitíðina longri. Viðskiftafólk nrummar trý var ein 18 ára gamal drongur. Hann kepyti sær eina fløsku og nakrar øl. Løtu seinni, tá vit fóru aftur á Sosialin, hittu vit hann aftur í Steinatúni. Proppurin var tá longu farin av einari ølfløsku, og hann bjóðaði nøkrum ungum at smakka sær á. Annars hildu fólk ivaleyst, at hesin drongurin var søguligur í Rúsuni, tí nógv høvdu tikið myndatólið við sær til handils, og nógvar myndir vóru tiknar. Rúsan er opin frá klokkan 14 til 17:30, og annars stendur kunngerð í blaðnum í dag, sum upplýsir um virksemið hjá Rúsuni og hvussu fólk skulu bera seg at, sum vilja keypa ella bíleggja sær øl, vín ella rúsdrekka.«

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

17 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

16 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

54 minuttir síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

1 tími síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

3 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

5 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

10 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

11 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

11 tímar síðan