Tað vísir ein uppgerð hjá Akstovuni yvir tal av akførum eftir slagi og oyggj. Uppgerðin er galdandi fram til 1. oktober 2026.
Streymoy hevur nógv flest akfør, 20.715, meðan Eysturoy hevur 10.258. Saman hava tær báðar oyggjarnar 30.973 akfør, ella góð 71 prosent av samlaða talinum.
Í Borðoy eru 4.007 akfør skrásett, í Suðuroy 3.534, í Vágum 3.116 og í Sandoy 1.019.
Persónbilarnir eru nógv størsti bólkurin. Teir eru 28.530 í tali og sostatt knappliga tveir triðingar av øllum skrásettu akførunum.
Av persónbilunum eru 13.928 skrásettir í Streymoy og 6.829 í Eysturoy. Í Borðoy eru teir 2.699, í Suðuroy 2.103 og í Vágum 1.845.
Vøruvognar og viðfestivognar
Næststørsti bólkurin er vøruvognar, sum eru 5.167 í tali. Harumframt eru 4.075 viðfestivognar og 734 lastbilar skrásettir.
Uppgerðin telur eisini 1.935 prutl, 573 motorsúkklur og 436 ellismotorsúkklur. Ellisakførini eru somuleiðis 573 í tali.
Kampingvognarnir eru 526, meðan kampingbilarnir eru 122.
Eitt akfar í Stóru Dímun
Á smærru oyggjunum eru tølini munandi lægri. Í Nólsoy eru 105 akfør skrásett, í Kunoy 103, í Fugloy 56 og í Kalsoy 50.
Í Svínoy eru 19, í Skúvoy 17, í Hesti 10 og í Mykinesi seks.
Í Stóru Dímun er eitt akfar skrásett. Tað er ein persónbilur.
Kelda: Akstovan.