Vágs skúli er hesa vikuna broyttur til eitt lítið samfelag við biografi, bakaríi, banka, hárfríðkanarstovu, listastovum, gøtutónleikarum, tíðinastovu, hestaríðing og mongum øðrum.
Næmingar hava úr bankanum hesa vikuna fingið framleiddar skúlapengar, ið kundu nýtast í lítla samfelagnum.
Í annaðkvøld, hóskvøldið 8. oktober, er opið hús fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Vitjandi kundu seta veruligan pening í bankan, og fáa skúlapening ístaðin, ið kann nýtast í lítla samfelagnum.
Samfelagið í Vágs skúla er opið frá klokkan 17 til 19.
Líkandi tiltak var um somu tíð í fjør í Vágs skúla, og gav tiltakið eini 60.000 krónur til Krabbameinsfelagið.