info
Ongi úrslit

Garðafest á Gørðunum í Vági 17. oktober

Dagfinn Olsen
7. oktober 2026 kl. 21:31

Leygardagin 17. oktober verður Garðafest, eitt øðrvísi og spennandi tiltak á Gørðunum í Vági. Á skránni er góður tónleikur og góður matur, og gestirnir sleppa á ferð í økinum á Gørðunum. Til framførslurnar verður okkurt leskiligt at fáa.

Skráin fyri kvøldið er hendan.

Kl. 18.30: Framførsla við sangarum úr Ljómi í Savninum á Gørðunum.

Kl. 19.00: Framførir Ásgerð Stenberg í Ruth Smith Savninum.

Kl. 19.30: Gudmund Larsen framførir í Stóra Pakkhúsi.

Kl. 20.00: Borðhald í Garðslon. Á matarskránni er wienersnitzel við tilhoyri, og okkurt drekkandi afturvið. Rakul Sumberg Dahl verður borðstjóri og Jón Krosslá Poulsen spælir undir felagssanginum.

Kl. 21.45: Robert McBirnie endar borðhaldið í Garðslon við framførslu.

Kl. 22.00: Hjá Jugga framføra Hjalmar og Dagfinn.

Kl. 22.30: Ingi og Barbara framføra í Biskupskelduhúsinum.

Eftir framførslurnar og borðhaldið verður almennur dansur í Stóra Pakkhúsi, har Hjalmar, Dagfinn og Neil spæla. Dansurin byrjar kl. 23.30. Aldursmark 18 ár. Suppa verður til keyps. Ágóðin fer til Grindabátafelagið í Vági.

Hjá Jugga verður livandi tónleikur frá kl. 23.30 har Jón Krosslá Poulsen spælir.

Hetta upplýsa søvnini og feløgini á Gørðunum í kunningarskrivi.


Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Virginie Surdej filmar í Tangier

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana skoraði og legði upp til 10 mál

1 tími síðan
Tíðindi

43.500 akfør eru nú skrásett í Føroyum

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann annan dystin á rað í Champions League

2 tímar síðan
Tíðindi

Vágs skúli karmur um stórt stuðulstiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

– Eysturoyartunnilin er ov dýr­ur: Prís­ur­in eig­ur mun­andi niður

3 tímar síðan
Tíðindi

Bátastevnan í Vestmanna letur 600.000 krónur til ítróttin

4 tímar síðan
Bilar

Nærum áttandi hvør persónbilur er elbilur

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsti felags toppfundur hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri nýggir bilar á føroysku vegunum

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Eyðgunn: Vit mugu eisini fara aftur um tølini

6 tímar síðan